Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Kjølbro Heilsøla er í menning og arbeiðir støðugt við at menna vørur og tænastur, ið verða veittar til kundar innan handlar, stovnar/kantinur og proviantering.

Umframt John Mortensen, ið er settur í starv sum sølu og marknaðarleiðari, eru Sverri Jensen og Marni Steinberg nýggir sølumenn á heilsøluni.

- Vit eru sera fegin um at hava sett fleiri fólk í starv, og at vit nú hava eitt fullmannað sølutoymi. Harumframt hava vit eisini gjørt aðrar tillaðingar í dagligu leiðsluni, og vit eru spent uppá nýggjar avbjóðingar komandi tíðina, sigur Sámal Mikkelsen, dagligur leiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo