Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Á samkomu í morgun í hølunum hjá Nes Kommunu, avhendaði J. & K. Petersen grótkastið til kommununa.

Byggiharri hevur verið Nes kommuna, byggiharraráðgevi Spf. Terra. Projektering og eftirlit er gjørt av LBF P/F.

Arbeiðið umfataði leingjan av verandi grótkasti við 90 metrum og er arbeiðið gjørt í sambandi við grótið, sum er komið úr Eysturoyartunnlinum.

Alt tilfarið, sum er undir vatnskorpuni er flutt av Strondum við grótbátunum Ragnhild og Siri hjá J. &. K. Petersen og koyrt úr Hústoft.

Liðugt ein mánað fyri tíð

Arbeiðið byrjaði um ársskiftið 2018/19 og varð handað ein mánað áðrenn ætlaðu tíðarfreistina.

Verkætlanarleiðarin hjá J. &. K. Peterseren, Sigtór A. Petersen, sigur í stuttari viðmerking, at “arbeiðið hevur gingið sera væl, og at samstarvið millum okkum og byggiharran Nes Kommunu hevur verið fyrimyndarligt. Hetta hevur viðvirkað til, at arbeiðið hevur gingið so væl, eins og starvsfólkið hjá J. &. K. Petersen hevur gjørt alt, fyri at fáa arbeiðið liðug áðrenn ásettu tíðina.”

Borgarstjórin í Nes Kommunu, Jóhannus Danielsen, sigur: “Vit eru sera væl nøgd við gjørda arbeiðið. Samstarvið millum arbeiðstakara, projektleiðslu, byggiráðharraráðgeva og byggiharra hevur verið sera gott alla tíðini. Góða samstarvið hevur m.a. havt tað við sær, at arbeiði er liðugt áðrenn avtalaða tíð og til avtalaðan kostnað - tað eru vit í Nes kommunu sera takksom og fegin um”.

Til staðar í sambandi við avhendanina vóru: Jan Odmarsson, LBF, Dávið Reinert Hansen, Terra, Niclas Davidsen, formaður teknisku nevnd, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, Stein Olvur Petersen og Sigtór A. Petersen, J & K Petersen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo