Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Hvør manipulerar hvønn? Tann spurningin setur tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya, Liljan Weihe í einum almennum skrivi. Liljan er eftir øllum at døma fortørnað um, at eg havi gjørt eina samrøðu við reiðaran Hanus Hansen og ikki við hana.

Hvør ið manipulerar hvønn, veit eg ikki. Eg havi bara endurgivið tað, sum Hanus Hansen hevur sagt við meg, og brot úr eini samrøðu sum Jan Lamhauge gjørdi við sama Hanus Hansen. Um Hanus hevur sagt nakað við Liljuna, sum ikki samsvarar við tað, sum hann segði við meg, so má tað vera hansara uppgáva at greiða frá tí ósamsvarinum. Eg havi í hvussu so er endurgivið hann rætt.

Liljan brúkar orðið “manipulera” (tað orðið brúkti eg ikki). Og so ger hon sær ómak at greiða frá, at tað at redigera er ikki tað sama sum at manipulera. – Nei tað burdi tað ikki verið.

Eg haldi tó fast við, at tað er ikki góður fjølmiðlasiður at redigera soleiðis, at tey sum luttaka í eini sending ikki kenna tað aftur, sum tey hava sagt, ella verða sett í ein samanhang, sum tey einki fingu at vita um, tá upptøkan varð gjørd. Hetta seinna havi eg sjálvur uppliva í tíðini, tá eg var politikari.

Einaferð tá eg kom út úr tingsalinum komu Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam ímóti mær við upptøkutóli og mikrofon. Uttan at spyrja um eg vildi vera við í eini samrøðu, byrjaði Jan at seta mær spurningar um tollmálið í Sørvági.

Eg segði, at eg vildi fegin svara spurningunum, og spurdi um vit ikki kundu gera upptøkuna um einar 10 minuttir. Tað varð mær játtað. Vit tosaðu so eitt sindur um, hvat hann ætlaði at spyrja um, og meðan vit tosaðu, tók Jógvan Eli upp. Tá ein løta var farin, fekk eg at vita, at hetta var sjálv samrøðan – og nú var hon liðug. Seinni hevur Kringvarpið brúkt brot úr hesi “samrøðuni” og víst tað sum dømi um, at politikarar royndu at tosa uttanum, tá teir fingu spurningar um hetta málið (brot úr eini samrøðu, sum eg ikki visti var ein samrøða).

Um hetta er góður fjølmiðlasiður, kann Liljan Weihe sjálv meta um. – Tí sum eg skilji á skrivinum, so hevur hon verið á skeiði um góðan fjølmiðlasið.

Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo