Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Sum havnarborgari haldi eg, at Tórshavnar Havn skal hava góðar umstøður at virka í og má sleppa at byggja út, nú ferðafólk og farmur sleingjast um hvørt annað í trongum umstøðum. Men vánalig kunning, manglandi grundgeving og ein fíggjarlig spennitroyggja til kommununa komandi árini gera, at eg eri full av iva og ørkymlan um útbyggingina av havnarlagnum.

Lat meg greiða frá hesum.

Vánalig kunning og manglandi grundgevingar
Fyrst og fremst kenni eg meg snøgt sagt ov illa kunnaða um málið. Hvussu ávirkar tað útsýnið ymsa staðni úr Havnini og frá sjósíðuni? Hvussu ógvusligt verður tað og fer tað at skemma býin?

Verður talan um nógv meira virksemi, fleiri skip og bingjur, størri og tyngri ferðsla gjøgnum miðbýin, meira dálking og larm? Og ynskja vit veruliga at byggja út fyri at gera pláss til fleiri cruiseskip við 1000tals ferðafólkum, ið floyma gjøgnum býin og fáa havnarfólk at kenna seg kroyst og fremmand í egnum býi? Hvat er tað fyri dimensiónir vit tosa um? Eg sakni stórliga, at tað hava verið og verða hildnir regluligir almennir fundir og hoyringar um hetta risamál. At ein serskild heimasíða varð gjørd um projektið, har tekningar og argumentir fyri hví neyðugt er at byggja so stórt út vóru tøk, og har til ber at spyrja og kjakast. Nú skalt tú søkja um alment innlit fyri at fáa nakað at vita um hvat hetta snýr seg um. Og á torshavn.fo er einki at finna um størstu íløgu í søgu kommununnar.

Harnæst sakni eg haldgóða grundgeving fyri, hví henda risahavn absolutt skal liggja her. Fylla allan Nólsoyarfjørðin, beint uttanfyri heimsins deiligasta og vakrasta høvuðsstað. Ber tað veruliga ikki til at byggja havnina út aðrastaðni í kommununi? Á Gulanum ella í Signabø t.d.? Og so kundi Tórshavnar Havn (evt. við einari minni útbygging) tikið sær av ferðafólkaflutningi og hin havnin var bingjuhavn burturav.

Greflig sár á náttúruna
Tað ber boð um tilafturskomnan hugburð, at leggja eina stóra, larmandi og dálkandi bingjuhavn beint uttan fyri sjálvt sentrum í høvuðsstaðnum. Tíðin er tíverri kortini farin frá hugnaligum kaitúrum, har Kalli Katt sum ungur lossaði og bar. Stór stálportur gera, at nú sleppur eingin út á terrortryggjaðu kaiina, og úr fjarstøðu síggja og hoyra vit veldigar kranar lossa og lasta skip. Tíðin er hinvegin komin til, at vit vísa okkum sum framkomið fólk, ið hugsar um estetikk, umhvørvið og trivnað fyri borgaran. Greflig sár finnast kring alt landið, har atlit til vinnulív og arbeiðspláss vunnu á øllum øðrum. M. a. eru ljótu, stóru grótbrotini mitt í vøkrum bygdum syrgiligar áminningar um tað, sum átti at verið ein farin tíð. Lat okkum ikki halda fram at gera slíkar náttúruog umhvørvisbrølarar, men uppføra okkum sum mentaog skilafólk. Tí ynski um vinnuliga framgongd, arbeiðspláss og inntøkur til fólk og bý nýtist ikki at útiloka, at atlit verða tikin til náttúru og trivnað.

So góði Heðin Mortensen og co: Vinaliga greið okkum frá, hvussu væl eru alternativir møguleikar kannaðir? Og hví vórðu teir vrakaðir?

Fíggjarlig spennitroyggja
Og so eru vit als ikki komin til tann fíggjarliga partin av málinum. Tað tykist sum rein makt demonstrasjón, at býráðið samtykkir at játta eina hálva milliard beint áðrenn býráðsval og sostatt bindur eitt komandi býráð niður. Serliga tá vit hugsa um, hvussu ringar royndir vit hava við stóru byggiverkætlanunum hjá kommununi, ið eru nógv seinkaðar og nógv dýrkaðar, standa tóm osfr. Synd at siga, at álitið á kommununa í mun til stórar íløgur í verkætlanir og bygningar er serliga stórt. Og hvat fíggjarligt rásarúm er nú fyri Skúlanum á Fløtum og Musikkskúlanum?

Svarið blæsir í vindinum, tí á Vaglinum er tøgn. Og hvør trygd er veitt fyri, at verkætlanin sum heild heldur tíðarog kostnaðarætlanina? Kann kommunan og harvið vit skattaborgarar enda við at standa eftir við stórum fíggjarligum missi?

Kortini ikki framtíðartryggjað?!
Og at enda tvær margháttligar útsagnir: Tað hoyrist javnan, at havnarlagið eftir útbyggingina kortini ikki er framtíðartryggjað! Hvat merkir tað? Og hvat er tá vunnið? Og um dagarnar hoyrdist frá kommununi, at útbyggingin er ikki bráðneyðug, tí virksemið riggar sum er! Nú stendur man eftir sum eitt stórt spurnartekin: Hví skal hendan verkætlanin partú koyrast ígjøgnum nú, beint áðrenn nýtt býráð tekur við?

Vælsignaða býráð, sláið kalt vatn í blóðið og bíðið eitt bil við at fara undir útbyggingina av Tórshavnar Havn. Vísið virðing fyri fólkinum her býr og lat borgarar í Tórshavnar kommunu sleppa at velja eitt nýtt býráð, sum tekur støðu til hvussu og hvar framtíðar útbyggingin av Tórshavnar Havn skal fara fram.

Gunvør Balle
Havnarborgari

Her er eitt brot úr niðurstøðuni hjá Býarskipanarnevndini, sum við hesum mælti frá at góðkenna uppskotið til broyting av byggisamtyktini fyri havnarøkið:

- Samanumtikið metir nevndin, at tað er ikki góð planlegging at staðseta eina stóra góðsog bingjuhavn beint út fyri miðbýin í Havn og at bingjuhavnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, har ferðsluviðurskiftini eru betri og har tað slepst undan ampum av ferðslu, óljóði o.ø. Kommunan hevur kannað trý alternativ øki til staðseting av havnini, men hevur vrakað øll. Býarskipanarnevndin metir, at kommunan fyri at tryggja at rætta avgerðin verður tikin átti at kannað og lýst aðrar alternativar staðsetingar í kommununi enn hesar tríggjar, eitt nú tær, sum hava verið alment frammi í miðlunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo