Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Lesarin skrivar

Føroya Fiskimannafelag hevur nú í rúma tíð víst á, at fiskivinnupolitikkurin hjá Landsstýrinum kann gera sera umfatandi skaða á okkara fiskivinnu.

Vit hava saman við einum toymið av serfrøðingum, hugt eftir lógaruppskotum, gjørt viðmerkingar, og hava sjálvir gjørt uppskot til lógina.

Vit hava enntá okkara egna lógaruppskot.

Niðurstøðan er púra greið, onki talar fyri, at uppskotið hjá samgonguni skal samtykkjast.

Vit hava havt hópin av fundum við myndugleikarnar, har sagt var, at myndugleikarnir skiltu okkum.

Tað hildu vit eisini, men gakk.

Tað er ikki uttan orsøk, at hetta uppskot nívir fleiri hundrað fólk. Tí uppskotið er ræðandi, og tað sær ikki út til, at nakrar í samgonguni leggur nakað í tey. Tey er sannførd um, at hetta kemur at ganga út yvir tey.

Tað er tí eisini løgið, at leggja eitt uppskot fram sum er:

- eitt búskaparligt afturstig
- at gera seg inn á stovnsrøkt
- at drena vitan úr vinnuni
- letur upp fyri strámannavirksemi
- óetiskt

Soleiðis kunnu vit halda áfram. Ja tað sær enntá út til, at løgtingið umhugsar at atkvøða uppskotið í gjøgnum, og haldi tykkum nú fast, uttan at kenna formilin fyri tilfeingisskattin.

Føroyar eru á vandakós!!!

Jan Højgaard
Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo