Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Føroyska svartkvaftakvotan er ikki komin til sín rætt, nú vit eru farin út um hálvan mai.

Hetta er ein sorgarleikur og eitt stórt búskaparligt afturstig fyri okkara samfelag.

Hvussu tað hevur eydnast okkara Fiskimálaráðið at súlta øll hesi tonsini, enn eina ferð, uttan tað fær avleiðingar, má sigast at vera eitt meistaraverk, við øvutum fortekni.

Um arbeiðsleisturin hjá Fiskimálaráðnum verður, sum hann hevur verið undanfarin ár, so fara helst onkrar kreativar loysnir at vera hálaðar fram, nú svartkjafturin er um at fara úr føroyskum øki á hesum sinni.

Jan Højgaard
Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo