Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Ein talsmaður fyri japansku stjórnina hevur í morgun boðað frá, at Japan fer aftur undir handilsliga stórhvalaveiðu. Samstundis tekur Japan seg úr Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC.

- Japan fer úr IWC fyri at sleppa aftur at veiða stórhval, sum er ein týdningarmikil partur av okkara mentan. Hvalurin verður bara skotin í japanskum sjógvi og ikki aðrastaðni, legði talsmaðurin afturat.

Japan hevur saman við hinum limalondunum í IWC fyrr undirskrivað eitt fyribils bann fyri at veiða stórhval. Og í 2014 fekk Japan dóm fyri at bróta bannið. Umsóknir um at sleppa aftur at veiða stórhval eru ikki gingnar á møti, og tí kom tað ikki púra óvart á, at Japan nú tekur stigið og meldar seg úr felagsskapinum.

Japanarar veiða serliga sildreka.

Við útmeldingini í dag fylgir Japan Íslandi og Noregi sum heldur ikki vilja ganga undir treytir hjá altjóða Hvalaveiðustovninum og banna allari stórhvalaveiðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo