At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Krutl

Sendingin eitur "Sekai Kyoku-Town ni Sundemiru" sum kann umsetast til okkurt sum "Lívið í serstøkum/sjáldsomum bygdum um allan heim".

Og nú ætla tey sær til Føroya, og ein av orsøkunum er, at tey í sínum kanningararbeiði eru komin fram á, at vit í Føroyum viðhvørt hava gras á tekjunum, flagtekjur. Og so hava tey eisini funnið fram til, at viðhvørt kemur tað fyri, at seyður er uppi á tekjuni.

Og tað halda tey kundi verið áhugavert at filma og brúkt til sendingina.

- Vit vita ikki júst, nær vit koma, og heldur ikki um vit koma. Tað veldst eitt sindur um hvat vit finna fram til. Enn gera vit bara kanningar, sigur Yuka Nareta, sum er ein av teimum sum stendur á odda fyri sendingin.

Hann er áhugaður í at koma í samband við fólk sum møguliga høvdu verið áhugað at verið við í sendingini. Teldupost adressan hjá honum er y-nareta@ivstv.co.jp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo