Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Hósdagin 7. februar verður áhugavert filmstiltak í Kongshøll á Vestaru Bryggju.

Í samstarvi við japansku sendistovuna í Keypmannahavn verða tveir virðisløntir japanskir filmar sýndir. Tiltakið er alment og ókeypis. Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

Kl. 09.30: Kunning um Japan (Shima Hasegawa Møller leggur fram)

Kl. 09.50: Kunning um MEXT (Scholarship), ið er stuðulsskipan til lesandi sum ynskja skiftislestur í Japan (T. Ambe leggur fram)

Kl. 10.00: The Mohican Comes Home

Stuttur steðgur

Kl. 13.00: Thermae Romae

Fyrri parturin er serliga ætlaður lesandi.

Til ber at lesa meira um filmarnar HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo