Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Vinna

Jarðfeingi: Herfyri vóru jarðfrøðingar frá Jarðfeingi í San Antonio í Texas í USA á árligu AAPG-oljuráðstevnuni Annual Convention and Exhibition.

- Sum vant hevði Jarðfeingi ein bás, har lýst varð við komandi 5. útbjóðingarumfari. Serligur dentur varð lagdur á tær nýggju treytirnar, sum Løgtingið samtykti fyrr í hesum mánaðinum.  Harafturat var kastað ljós á, at 5. útbjóðingarumfarið verður hildið samstundis, sum bretar hava sítt 32. umfar, skrivar Jarðfeingi.

Umframt at hava bás á ráðstevnuni hevði Jarðfeingi eisini eina framløgu á International Pavilion Theatre, har jarðfrøðingurin, Óluva Eidesgaard, greiddi áhugaðum áhoyrarum frá um nýggja loyvisumfarið og seinastu broytingarnar í treytunum.

Ráðstevnan hevði umleið 7.000 vitjandi og endaði mikudagin 22. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo