Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Politikkur

Nú valstríð er, skal politiskt kjak ganga øgiliga skjótt. Í sjónvarpinum fær mann fá sekund til at greiða frá tí, mann stendur fyri.

Tað kann vera nokkso grunt, og sum eitt mótsvar býður sjónvarpsrásin DK4 tí øllum flokkum frítt at greiða frá sínum politikki í 10 minuttir.

Hóast danir ikki kunnu velja Javnaðarflokkin, søgdu vit ja takk. Orsøkin var m.a. at norðuratlantiska umboðanin hevur fingið nógva umrøðu í Danmark síðani tríggir flokkar - m.a. Tjóðveldi - boðaðu frá, at teir ætla at gerast partur av donskum samgongusamráðingum eftir valið.

Hetta var eitt gott høvi til at greiða dønum frá, hví Javnaðarflokkurin hevur eina aðra støðu.

Hon byggir fyrst og fremst á virðing fyri føroyskum sjálvræði og føroyskum fólkaræði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo