Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Krutl

Miðvingurin Jegor Venned er við í kappingini um at gerast model of the year 2017. Umframt eitt dómarapanel telja eisini atkvøður frá lesarunum hjá models.com við.

Og freistin fyri at atkvøða er í morgin.

Jegor sigur um seg sjálvan, at hann er hálvur russari og hálvur føroyingur, uppvaksin í Miðvági men hevur í eina tíð fingst við at modelarbeiði ymsastaðni.

Atkvøðast skal um fleiri flokkar, eitt nú "Breakout Star", "Social Media Star of the Year" og "Best Celebrity as Model". Jegor Venned kappast í flokkinum "Model of the Year".

Tú kanst lesa meira um Jegor Venned her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo