Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Danski miðilin DR.DK hevði eina grein í gjár, har ein professari í medisini ávaraði móti PSA-royndini, tí hon kann gera menn sjúkar, sum ongantíð gjørdust sjúkir kortini.

- Alt ov nógvir menn fáa staðfest krabbamein í prostata, uttan at teir nakrantíð gerast sjúkir. Sostatt verða teir gjørdir sjúkir - og fara gjøgnum kanningar og viðgerð, sum kann skaða meira enn gagna.

Tað var ávaringin hjá læknanum og granskaranum John Brodersen, sum er professari í medisini á Københavns Universitet og við í gransking í Region Sjælland.

Hann metur, at minst 2000 menn av teimum umleið 4500 monnunum, sum hvørt ár fáa staðfest krabbamein í prostata, verða yvirdiagnostiseraðir og sostatt eru í vanda at fáa yvirviðgerð.

Hann ávarar tí móti, at menn, sum ikki hava symptomir, taka PSA-royndina - ein blóðroynd viðvíkjandi Prostata Specifikt Antigen, sum finst í øktari nøgd í blóðinum, um tú hevur krabbamein í prostata, men eisini av øðrum ávum, til dømis bruna.

- Royndin er simpulthen elendig sum diagnostiskt amboð, og øll vitan vísur, at vit ikki gagna sjúklinginum við at taka hesa blóðroyndina. Vit skaða sjúklingin, sigur John Brodersen við DR.DK.

Til ber at lesa meira her

VP spurdi læknan Jenis av Rana, um hann hevur somu áskoðan sum danski professarin um PSA-royndina, og til tann spurningin svarar føroyski kommunulæknin, at hjá sær er eingin ivi.

- Eg kenni ov nógvar menn, sum eru bjargaðir frá at doyggja av prostatakrabba, tí lækni teirra var so skilagóður at taka eina slíka roynd sum eina rutinuroynd, ella tí at viðkomandi álíkavæl fór at taka blóðroynd.

- Tað er so lætt at vera serkønur á pappírinum, ella, sum ørindi eisini ljóðar: "det er så let at lægge kors på andre, det er så svært med korset selv at vandre".

- Hjá mær, sum kommunulækni, sum daglig havi sjúk (og møgulig komandi sjúk) rundan um meg, er veruleikin kontantur, her og nú, face to face - ikki teoretiskur, sigur Jenis av Rana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo