Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Jens Berthel Askou er settur sum nýggjur venjari hjá HB.

Hann er 37 ára gamal og hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vendsyssel í donsku Superliguni. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari í Skive IK, Thisted FC og Vendsyssel, áðrenn hann tók sæti sum høvuðsvenjari har.

Umframt royndir sum venjari hevur hann eina drúgva yrkisleið aftanfyri seg sum leikari. Hann hevur spælt í donsku Superliguni og 1. deild umframt í turkiskum og enskum fótbólti, har hann hevur umboðað Kasımpaşa S.K. og Norwich City.

Berthel sigur við heimasíðuna hjá HB, at hetta er ein spennandi avbjóðing. Bæði sum venjari, men eisini persónliga fyri hann, at royna okkurt øðrvísi. Sum leikari hevur hann roynt seg uttanfyri Danmark, og tey upplivilsini gera, at hann ikki ræðist avbjóðingina.

Hann sigur víðari, at vit kunnu vænta at síggja eitt lið, sum hevur eitt týðiligt konsept. Eitt lið, sum spælir við vilja og dirvi, tó uttan at blaka alt fyri borð. Honum dámar, at liðið er spælstýrandi, men sjálvsagt verður atlit tikið til mótstøðuna. Serliga í evropeiskum dystum.

Berthel byrjar í starvinum 1. desember, og sáttmálin er galdandi til og við 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo