Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Innlendis ítróttur

Í farnu viku kunngjørdi B36, at Kasper Klarskov Jensen, ið dagliga við gentuleikarunum á ítróttar eftirskúlanum KIES og hjá DBU verður partur av Pro Camp venjaratoyminum.

Nú verður so kunngjørt at Jesper Stougaard verður eisini partur av toyminum, sum skal taka sær av venjingunum á Adidas Pro Camp 2018. 30 ára gamli danin, sum hevur UEFA A venjaraútbúgving má sigast at hava hollar royndir sum venjari.

Seinasta árið hevur Jesper verið í starvi hjá Lyngby BK sum topcenter leiðari. Topcentrini hava til endamáls at røkka út til ungir leikarar í aldrinum 10-12 ár, soleiðis at hesir kunnu fáa dygdargóða venjing í nærumhvørvinu. Lyngby hevur í løtuni 2 slík talentcentur sum liggja í ávíkavist Gentofte og Hørsholm.

Drúgvar royndir sum venjari
Uppgávurnar hjá Jesper fevna mest um talentútvikling, men eisini kann nevnast at hann hevur verið venjari í bestu kvinnudeildini í Danmark. Jesper hevur nemliga verið høvuðsvenjari hjá 3F liga liðnum hjá BSF kvinnum. Í 2 ár starvaðist hann sum venjari í Ghana. Jesper var høvuðsvenjari hjá U13 liðnum hjá Right to Dream Academy í Ghana. Right to Dream academy samstarvar við danska felagið FC Nordsjælland, og hevur fyrr verið ein partur av enska stórfelagnum Manchester City.

Aftrat hesum kann nevnast, at hann hevur arbeitt sum individuellir venjari hjá FC Nordsjælland. 

Eingin ivi er um at talan er um sera dugnaligan venjara sum føroyskur ungdómur fær gleði av í summar. Venjaratoymið 2018 telur millum 12-15 venjarar. 

Adidas Pro Camp 2018 verður 9. til 13. juli 2018.

Høvuðsstular hjá Pro Camp eru Rørtænastan og Bakkafrost.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo