Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

Manchester United var sera nær við at fara av vøllinum við ongum stigi, tá liðið í dag leikti á heimavølli ímóti Burnley.

Vánaligt verjuspæl og eitt flott fríspark høvdu verið viðvirkandi til at geva sera væl koyrandi Burnley eina 2-0 leiðslu í hálvleikinum, men tíðliga í 2. hálvleiki minkaði tann innskifti Jesse Lingard um munin til 1-2.

So tá ið vanliga leiktíðin var farin, og øll vón hjá United var um at vera úti, samstundis sum Chelsea var í ferð við at yvirtaka 2. plássið í Premier League, var tað Jesse Lingard, sum bjargaði degnum hjá teimum reyðu djevlunum.

2-2 gjørdist endaliga úrslitið, og kann United eftir umstøðunum vera væl nøgt við úrslitið.

Harvið er United framvegis á 2. plássinum í Premier League, nú 20 umfør eru spæld.

Chelsea er framvegis nummar trý í Premier League, nú bert eitt stig aftanfyri United, eftir at liðið í dag vann 2-0 á Brighton á heimavølli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo