Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Í morgin leygardagin og sunnudagin verður Grand Prix 3 hildin í Klaksvík. 

Hetta er ein stór kapping, har umleið 190 leikarar koma at luttaka. Leygardagin kappast børn og ung upp til og við U17.  Sunnudagin kappast vaksin A, B og C, har eisini fleiri ungir leikarar eru við.

Leygardagin verður kappast  í KÍ-høllini og badmintonhøllini. Byrjað verður kl. 9 og hildið á til umleið kl. 20. Sunnudagin verður kappast í badmintonhøllini. Byrjað verður sunnudagin kl. 13, og hildið verður á til kl. umleið 19.

Tað er Klaksvíkar Badmintonfelag, sum er vertur fyri hesa kapping, sum verður stuðlað av JFK, og hevur kappingin heitið JFK-Open 2017.

Kappingarætlanin er her 

Her kann ein fylgja við, hvussu gongur hjá leikarunum. Men øll eru eisini sjálvandi meir enn vælkomin í hallirnar at síggja leikararnar kappast og heppa á teir. Tað kostar einki, og kaffi og annað er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo