Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Innlendis ítróttur

Klaksvíkar Badmintonfelag: Seinasta vikuskifti var stór badmintonkapping í Klaksvík. Tað vóru 149 tilmeldingar til hesa Grand Prix 3 kapping, og vórðu 250 dystir spældir. Hetta er heldur minni enn seinasta ár og væl minni enn fyri 3 árum síðani, tá 221 leikarar vóru meldaðir til, og teir spældu knapt 380 dystir.

Leygardagin spældu børn og ung frá U11 til U17, og sunnudagin spældu tey vaksnu. Kappingin gekk væl, og tað vórðu nógvir góðir og spennandi dystir spældir. Har var eisini nógv gott at fáa, so sum kakao, bollar, frukt og smyrjubreyð. Alt er gjørt og goldið av foreldrum. Ja, foreldur og hjálparfólk eru ótrúliga røsk og hjálpsom. Takk til øll. Eisini ein stór tøkk til øll, sum hálptu til í hallunum, meðan kappingin var og í samband við at rigga til og rudda av.

Vit vilja eisini takka JFK-trol fyri aftur í ár at vera stuðul til hesa stóru badmintonkapping. Uttan stuðul frá fyritøkum ber einfalt ikki til at hava ítróttarfeløg.

Vit í KBF fingu eisini mong heiðursmerki, og tillukku til tykkum og góða eydnu til øll næstu ferð.

Sí myndir frá kappingini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo