Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Vinna

JFK Trol er partur av JFK samtakinum, men flestu inntøkurnar koma gjøgnum JFK Trol. Felagið eigur millum annað trolararnar Gadus, Stjørnuna, Polarhav, Safir, Smaragd og Grønanes.

Bæði bruttovinningur og ársúrslit minkaðu munandi í fjør. Bruttovinningurin við 12 mió kr og úrslitið eftir skatt við stívliga 7 mió kr.

Starvsfólkakostnaðurin er í árinum fallin við 12 mió kr og endaði á sløkum 140 mió.

Í frágreiðingini leggur leiðslan ikki fingrarnar ímillum:

- Í fjør lukkaðist at keypa kvotuna, sum felagið hevur havt í 90 ár, aftur fyri rímuligan prís, tó at tað hevði neiliga ávirkan á úrslitið.

Um framtíðina verður sagt:

- Kvotan í Barentshavinum er minkað annað árið á rað við umleið 10%. Harumframt at fiskimálaráðharrin hevur koyrt umleið 15% av kvotuni á uppboðssølu. Ein onnur hóttan ímóti virksemi og manningum okkara í Barentshavinum er, at fiskiráðharrin í framtíðini kann taka 8,5% av kvotuni at útluta sum menningarkvontur.

Fíggjarstøðan hjá JFK trol javnvigar við 393 mió kr og eginogin er 244 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo