Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Svenska sjónvarpið segði seg ikki taka undir við úttalilsi hjá formanninum í Svøríkidemokratunum, Jimmie Åkesson, undir seinasta formanstjakinum í gjárkvøldið.

- Ein skandala, sigur Åkesson.

Åkesson segði undir tjakinum:

«Vit mugu seta okkum sjálvum spurningin: Hví er tað so torført hjá hesum fólkunum at fáa arbeiði. Jú, tí tey eru ikki sviar. Tey passa ikki inn í Svøríki, og tá er tað toført at fáa arbeiði», segði SD-formaðurin í beinleiðis sjónvarpstjakinum.

So helt tjakið fram og eftir at tjaksendingin var liðug so valdi svenska kringvarpið alment at boða frá at SVT ikki tók undir við orðunum hjá Åkesson.

SVT segði at orðini hjá SD-formanninum vóru «grovt generaliserandi» og SVT-programmleiðarin Martina Nord segði at sjónvarpið tók frástøðu frá útalilsinum.

Seinni kom so sjónvarpið við eini skriftligari fráboðan sum ljóðaði soleiðis, sambært Expressen:

«SVT sum rás tekur frástøðu frá einum útalilsi hjá SD-formanninum Jimmie Åkesson».

- Statsrásin velur at «taka frástøðu» frá meingunum hjá einum floksformanni. Tað er ein skandala, sigur Åkesson, sambært Expressen.

- Tað er stutt til valstøðini fara at lata aftur, og so velur statsrásin at leggja seg út í tjakið við at «taka frástøðu» frá meiningunum hjá einum floksformanni. Ein skandala, endurtekur Åkesson.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo