Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Í bókini Vísuløg í Føroyum, sum Marianne Clausen hevur greitt úr hondum í 2010, stendur á síðu 490 mynd av Jóan Fredrik Joensen. Har stendur, at hann hevur verið skóghøggari í Canada og USA, føddur 15. februar 1886 í Mykinesi og deyður í Duluth í Minnesota í USA tann 20. november 1966.

Løgini
Sambært hesi bók hevur hann kvøðið fýra løg inn á fonograf í 1902. Tá hevur hann verið sekstan ár. Tann sum tók upp var Hjalmar Thuren, og upptøkan er gjørd í Havn, har hann arbeiddi í handlinum hjá Zachariasi Heinesen og sambært fólkateljingini eisini búði heima hjá teimum. Jóan Fredrik hevur tí búð undir somu lon sum tann fjúrtan ár yngri William Heinesen. Gott vinalag hevði hann við hetta húskið, so tað er hugsandi, at William hevur fylgt við hvussu gekst Jóan Fredrik.

Fyrsta lagið, hann er endurgivin fyri, er nr. 17.13: Liden Grimmer og Hjelmer Kamp, á síðu 158, har hann kvøður ørindi 5:

Grimmer tager ad døren ud
alt både med angest og sorrig.
Hvad svar fik du fra fader min?
sagde jomfru Ingeborg.
Nu sejler han Grimmer
af landet.

Annað lagið er vísa 27.8, Elveskud:

Hr. Ole rider så vide om land,
alt til sit bryllup byder han.
Men dansen den går
så let igennem lunden

Harnæst kemur nr. 61.5, Iver Axelsøn Thott (1466-67)

Det var herre Iver Axelsøn,
han sidder på Gullands skære
han siger, han vil til Sverige fare
at hente sin hjertenskære.
Herr Iver
han bryder den stærke bølge
for Gulland.

At enda hevur hann kvøðið nr. 71.10, Esbern og Sidsel:

Fisken tager sin føde i vand
og ørnen under sin klo,
Herre Krist give mig en staldbroder huld,
når jeg skal sætte mit bo.
Nu længes den herre af landet hjem
til sin kære.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Jóan Fredrik er nevndur á prenti. Í 1923 kom út bókin Færøske Melodier til danske Kæmpeviser. Høvundarnir eru Hjalmar Thuren, sum var deyður í 1912, og Hakon Grüner-Nielsen, tí hetta er ein útgáva av teimum upptøkum, sum Thuren hevði gjørt. Har stendur undir vísuni Kong Hans han sidder på København upptøkan av lagnum Iver Axelsøn, av tí at talan er um sama lag. Har stendur uppskrift av lagnum hjá Jóan Fredrik, “Johan F. Joensen, Myggenæs”. Uppskriftin er tó ikki heilt í samsvari við upptøkuna.

Mykines og kvøðing
Hetta eru løg, sum hann hevur lært heima í roykstovuni í Mykinesi, og tí kundi kvøða inn á fonografin, hetta tól, sum amerikumaðurin Thomas Edison hevði uppfunnið í 1877, og sum kundi goyma ljóðupptøkur.

Mykines er ein 40 marka bygd. Gamalt var, at tvey fólk kundu búgva upp á mørkina, og hetta passaði so mikið væl, at á fólkateljingini 1801 búðu 75 fólk í Mykinesi, og helst hevur fólkatalið verið har á leið síðan landnámstíð. Men í nítjandi øld vaks fólkatalið í øllum Føroyum, og eisini í hesi bygd.

Tað, sum hendi, var, at tøkniligur framburður gjørdi tað liviligari í teimum bygdum, sum høvdu góð útróðrarlíkindi, og Mykines lá beint við bestu fiskimið. Tá klúgvandi var, fóru teir á flot, og teir tríggir handlarnir í bygdini vóru fyritøkur, sum keyptu fisk og virkaðu hann. Um veturin varð fiskurin flaktur og lagdur í salt, so hann sóldagar á sumri kundi vaskast og turkast á tí stóru helluni. Tá var hann so góð handilsvøra, at hesin mykinesfiskur eins og allur annar føroyskur klippfiskur kundi seljast við vinningi á heimsmarknaðinum, eisini á tí mest krevjandi marknaða av øllum í Spania, og bygdarfólkini kundu keypa alskyns vørur fyri inntøkuna. Samstundis kundu tey halda fram við tí dagliga lívinum sum fyrr, og bara tey høvdu part í kúgv, kundu tey liva betri enn forfedrarnir høvdu gjørt.

Tað er tí ikki at undrast á, at tað bar til hjá mykinesmonnum at fáa konur uttanífrá. Hetta var jú eitt samfelag í vøkstri, har fólk fingu tað støðugt betri. Teir kundu bjóða konum hús og jørð, og tað var vorðin sum fongur. Doyði húsbóndin, og tað kom mangan fyri, var einkjan góð gifta. Tað er tí eyðsæð, at fólkið fjølgaðist, og at Mykines gjørdist ein av teimum miðalstóru bygdunum við nógvum ungdómi, og hesi ungu stuttleikaðu sær millum annað við at dansa føroyskan dans. Mangastaðni frá komu konur til Mykinesar, men tað var tó bert ein, sum kom úr Havn, og tað var móðirin hjá Jóan Fredrik. Hon var Margreta Debes úr Mortansstovu í Gongini. Hon var annars systkinabarn faðirin, sum var Jógvan í Innistovu. Mammur teirra vóru systrar, ættaðar úr Haldórsvík. Haðani giftust tvær systrar til Mykinesar og móðir Margretu, Víka-Lisa, til Havnar. Eftir at tær vóru farnar heimanífrá, fluttu tey ið eftir vóru í Vík til Langasands og vórðu fyrstu niðursetufólkini har.

Til Havnar
Tá Jóan Fredrik var um fermingaaldur, var húsið fyri hóttafalli. Í februar 1900 gekk tann tjúgu ára gamli Jóan Hans burtur. Hann var við einum sørvágsbáti, sum ikki kom aftur av útróðri. Í mai doyði tann fimm ára Pól Johannus. Hann datt oman Úti á Bergi, og kom niður á helluna við Fjørumøl innast á gjónni har lendingin er. Annars dugdi hann so væl at syngja, at hann kom inn allastaðni at syngja fyri húsfólkunum.

Einki hoyrist um, at Jóan Fredrik hevur gjørt nakað við útróður ella bakkagongd, og skjótt fór hann til Havnar. Hinir brøðurnir settu allir búgv í Mykinesi, og allir vóru teir ernir av, at elsti beiggin Lavris eitt summarið gjørdi tað bragd at fleyga 972 lundar ein dag. Tá helt hann fyri, at hevði hann vitað, at veiðan var so stór, so hevði hann ikki himprast við at veitt 28 afturat!

Til Havnar var tiggju ára eldri onkasystirin Súsanna longu farin, men hon hevði gott at fara til. Mostir hennara, Elsa, hevði nevnliga egið virki í Havn. Hon var fotografur, og helst er hesin áhugi komin heilt tíðliga. Mortansstova var grannahús við húsini har H. C. Müller búði í Gongini, og hann gjørdi nógv av at fotografera. Tíðliga man hon vera farin í gongd, tí til eru nógvar myndir, har tað stendur, at tað er Else Debes, sum hevur tikið tær. Í 1886 fór hon niður til Danmarkar, har hon í Århus fekk fakliga útbúgving. Har giftist hon og fekk navnið Pommerencke. Hjúnalagið helt ikki, og í 1889 kom hon barnleys heimaftur og fotograferaði í nøkur ár. Maðurin doyði í eini ferðsluvanlukku 1893, og í 1895 giftist hon við fyrstalæraranum í Havn, Hans Christian Petersen. Tá stásiligi kommunuskúlin var liðugur í 1895 flutti fyrstilærarin inn í læraraíbúðina við konu síni, sum framvegis arbeiddi. Har var nógv at takast við fyri Súsonnu, sum í 1903 giftist til Hoyvíkar við Hans Simonsen Uttan fyri Garðar. Jóan Fredrik fekk starv sum skrivstovumaður í Føroya Banka tá hesin kom í 1906, men gavst har í 1909, og fór til Canada í 1912.

Brøv úr Canada
Úr Canada komu long og væl skrivaði brøv heim. Hann greiddi frá hvussu ringt tað var at fáa fótin fastan, og at hann hevði bestan hug at koma heimaftur um hann bert kundi fingið spart sær nakað upp, men altíð kom okkurt í vegin. Tá hann arbeiddi í einum hotelkøki fór fyritøkan á húsagang, og tey ið har vóru, fingu bert ein lítlan part av lønini.

Fyrri heimsbardagi

Men vitugur var hann. Í einum brævi sum hann skrivaði til foreldrini tann 4. september 1914 skrivar hann:

Tað er ein ræðulig vanlukka, sum hevur rakt Europa av tí at Týskland og Eysturríki øðrumegin komu í kríggj við Ongland, Frakland, Rusland, Belgia, Serbia og Montenegro hinumegin. Her er talan um 6 ríki móti tveimum. Her sigst, at Canada hevur sent 100.000 hermenn yvir til Europa. Her halda øll, at kríggið ikki fer at verða drúgvt, av tí at Týskland als ikki kann vera ført fyri at standa seg móti so nógvum sterkum londum. Men eftir tí sum vit hoyra í dag, so skal týski herurin longu vera dygst við Paris, bert einar tjúgu fjórðingar frá býnum, so nú er tað vorðið ivingasamt, um hetta kríggið fer at gerast so stutt um áður hildið. Eg eri fegin um at hoyra, at Danmark enn ikki er komið upp í bardagarnar. Ja, gævi guð at tit sleppa undan at royna hvat ið eitt kríggj kann føra við sær. Fyri lond sum Danmark, sum eru uttanveltaði, fer hetta at bera við sær framburð, av tí at prísirnir á matvørum fer at hækka.

Henda greining av krígsstøðuni er eitt gott dømi um hvussu hættislig støðan var meðan týski herurin trumlaði fram yvir Fraklands fløtur. Tá kundi eingin vita, at tveir dagar seinni fóru fraklendingar at berjast við ánna Marne og støðgaðu týskinum so teir ikki komu longri og taptu fýra ræðulig ár seinni. Men tað Jóan Fredrik her sigur er minst eins gott sum tær gløggastu greiningar hjá søgumonnum, sum nú skriva um henda ræðuleika.

Jóan Fredrik var ikki canadiskur ríkisborgari, og hevði ikki hernaðarskyldu, men hart trýst varð lagt á allar víggjaførar menn um at fara sjálvbodnir at lata lív í skotveitunum í Fraklandi. Men Jóan Fredrik var treiskur og sýtti fyri at fara upp í henda ørskapin.

Faðirmissurin
Í september 1919 doyði faðirin í Innistovu. Hann hevði leingi verið rekkjulagstur. Jóan Fredrik skrivar, at síðsta brævið frá foreldrunum kom í 1915, og at hann hevði skrivað fleiri ferðir aftur, men einki hevði hoyrt heimanífrá. Í sambandi við skiftið eftir foreldrunum verður upplýst, at tey skrivaðu dúgliga aftur, men at hann í 1917 ella 1918 hevði sagt, at hann eingi brøv fekk, og um hann ikki hoyrdi frá teimum, so gavst hann at skriva.

Tann 20. oktober 1920 skrivaði hann tvey brøv til Føroya. Tey eru skrivað upp á KFUM-brævpappír. Fyrra brævið er til bróðurin Lavris. Hann harmast um at hann einki bræv fær. Hann sigur, at brøv skuldu sendast til The Empire Hotel, Coleman, Alberta.

Seinna brævið skrivar hann sama dag til vágaprest og heitir á hann um at siga sær frá hvussu stendur til við foreldrum og systkjum av tí at hann ongan post fær. Hann biðir prestin senda sær dópsseðil og koppaváttan og gevur honum tveir dálar fyri at gjalda útreiðslur hansara.

Presturin Kristian Keiding, sum var prestur í Vágum frá 29. november 1918 til 19. apríl 1924, svarar tann 3. februar 1921, at hann dagin fyri hevði verið í Mykinesi, og at hetta bræv frammanundan var sent til Lavris, sum hevði sagt, at hann longu hevði svarað Jóan Fredrik. Presturin hevur tí helst hildið tað verið óneyðugt at givið honum deyðsboðini um faðirin. Hann segði at tann upphæddin, ið send var, var alt ov høg, og at hann tí hevði sent munin til mammu hansara.

Deyðsboðini av faðirnum hevur Jóan Fredrik sostatt helst fingið meir enn eitt ár eftir deyðsfallið.

Horvin
Síðani hoyrdist ikki meir frá honum. Skiftirætturin mátti tí útnevna Ábraham í Ábrahamsstovu til formyndara hansara, og hesin skuldi umsita arvin. Umframt eina gyllin í jørð fekk hann 3 kr. og 59 oyru.

Tá móðirin doyði í 1933 var sama skilið. Einki hoyrdist til Jóan Fredrik. Nú varð meir gjørt burtur úr fyri at finna hann. Skiftirætturin sendi boð til danska aðalkonsulátið í Canada og bað teir um at leita eftir honum. Aðalkonsulátið skrivaði bræv til løgregluna í Coleman, Alberta, og visti hon at siga, at 12. apríl 1921 hevði Jóan Fredrik verið  inni á The Empire Hotel, men allar royndir at fáa meir at vita um, hvar hann var, høvdu verið til fánýtis. Aðalkonsulátið hevði eisini biðið øll donsk bløð í Canada spyrja eftir honum, og hevði harumframt sett eina lýsing í eitt enskt vikublað, sum var lisið um alt Canada, fyri at fáa uppspurt um nakar mundi vita um hann. Einki var komið burturúr, og tí helt aåalkonsulurin tann 2. juli 1934, at tað var lítið trúligt, at tað bar til at koma í samband við hann, tá so nógvar royndir einki úrslit høvdu givið.

Men vissa var ikki fyri at hann var deyður, og gyllin hansara lá í Mykinesi við sama lag. Tá farið varð undir útskifting í Mykinesi í sekstiárunum kravdi Símun, yngsti bróðir hansara, at Jóan Fredrik skuldi standa sum eigari, tí hann trúði yvirhøvur ikki at hann var deyður. Í matrikuldóminum varð hesin gyllin tí tinglýstur at vera ogn hjá Jóan Fredrik, Canada.

Í 2003 stóð í bløðunum, at heimsins elsta menniskja varð deyð, 115 ára gomul. Hevði Jóan Fredrik livað, so hevði hann verið 117 ár. Skyldfólk hansara hildu, at tá bløð heimsins einki skrivaðu um henda mykinesmann, mátti hann vera deyður. Tey ivaðust ikki í, at deyðin var komin eftir honum skjótt eftir 1920, men vissa var eingin.

Málið varð lagt fyri Føroya skiftirætt, sum lýsti eftir honum í Dimmalætting, men har kom vituliga eingin maður. Nú vórðu teir 26 arvingarnir bidnir um at koma á skiftifund, og brøv vórðu send út til teir allar við øllum tøkum upplýsingum um tann deyða, herundir avrit av brøvum, hann hevði skrivað heim.

Afturfunnin
Ein av arvingunum hevði ein son, sum hevði eina vermammu við miklum áhuga í ættargransking. Hon helt, at hetta var ein áhugaverd søga, og fór at leita á netinum. Mormonararnir hava ein dátugrunn yvir allar deyðar borgarar í USA. Har skrivaði hon navnið Johan Frederik Joensen. Ein einasti deyður amerikumaður æt soleiðis. Hann varð føddur 15. februar 1886, sama dag sum Jóan Fredrik, og deyður tann 20. november 1966 í Duluth í Minnesota.

Í Duluth hava tey eitt býarsavn, og har bar til at fáa avrit av skjølum, sum søgdu nakað um tann deyða. Har var millum annað hansara umsókn um at gerast ríkisborgari í USA. Hon er dagsett 17. oktober 1946, tá hann var seksti ár, og har er hansara egna undirskrift á, tann sama sum í brøvunum hann skrivaði heim.

Har skrivar hann, at hann býr í Duluth, Minnesota, og at hann er komin lógliga inn í USA tann 20. apríl 1922 við jarnbreytini frá British Columbia í Canada. Tá hevði hann búð í býnum Nelson, og býurin á markinum canadamegin, sum  hann kom ígjøgnum á leiðini, var Yahk. Fyrsti býurin hann kom til í USA var Northport í statinum Washington. Hann sigur seg vera skóghøggara, hann er føddur 15. februar 1886 í “Myggenaes, Faroe Islands,” eyguni eru blá, hárið er ljósabrúnt, hæddin er 5 føtur og 4 tummar (162 sm), og serligt eyðkenni er arr á kjálkanum. Hann sigur seg ikki vera giftan og hevur eingi børn.

Á savninum var eisini ein lepi úr einum blaði í Duluth, sum var komið út týsdagin 22. november 1966. Har stóð at sunnudagin 20. november doyði Johan F. Joensen, 80 ár, sum búði á fyrstu hædd í nr. 115 í 1. gøtu í Duluth. Hann doyði heima. Hann var eftirløntur skóghøggari. Hann var føddur í Føroyum, sum hoyra til Island, og hevði verið borgari í Duluth í meir enn 40 ár. Eftir livir ein beiggi, Símun, í Íslandi.

Hetta er skilliga skrivað av onkrum sum kendi Jóan Fredrik væl, men ikki er so stinnur í landalæru. Tí kann hann mistaka seg við at siga at Føroyar hoyra til Ísland. Men tað løgnasta av øllum er, at journalisturin sigur, at Símun bróðir livir eftir. Símun var yngsti bróðir, og tað var rætt at hann livdi og framvegis búði í Mykinesi. Hvussu Jóan Fredrik kundi vita, at Símun var á lívi, tá ið eingin í familjuni hevði minsta varhugan av lagnuni hjá Jóan Fredrik, er rættiliga gátuført.

Summi vilja halda, at orsøkin má vera, at hann hevur verið sum so mong av innistovufólkunum í Mykinesi, og dugdi at síggja meir enn onnur. Ein annar møguleiki er sjálvandi, at hann hevur gitt. Tá hann sigur, at bert Símun livdi eftir, er hetta ikki heilt rætt, tí bróðirin Eliesar var eisini á lívi tá, sjálvt um hann lá lágt og doyði stutt eftir, í februar 1967.

Hóast nakað seint, so fór skiftið eftir Jóan Fredrik fram sum tað skuldi. Tann gyllin, sum gjørdi at gátan um lagnu hansara varð rádd, fór á marknaðin og varð seld til hægstbjóðandi, og arvingarnir fingu tann 30. apríl 2007 tað, teir høvdu rætt til.

Nú er mynd av Jóan Fredrik at síggja í nevndu bók, og tann dag allar upptøkurnar verða lagdar út á netið, kemur hann til heiður og æru um allan heim. Tá kunnu ikki bert føroyingar, men eisini tey á fornminnissavninum í Duluth hoyra tann burturvilsta sonin úr Føroyum kvøða løgini hann lærdi meðan hann stetlaði á moldgólvinum rundan um grúgvuna í Innistovu í Mykinesi.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo