Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Bøkur

Tað eru fimm ár síðani, at Jóanes Nielsen gav eitt nýtt yrkingasavn út.

Ímeðan eru bæði sjónleikurin "Havfrúgvin", skaldsøgan  "Bommhjarta" og ikki at forgloyma tann samlaði lyrikkurin hjá høvundanum "Yrkingar 2014" komin út.

Nú er Jóanes Nielsen aftur á pallinum við savninum "Gudahøvd" og longu her vísir hann, at hann er ein meistari í at gera titlar.

Tekstirnir eru bæði fúlir, viðkvæmir og fullir av innliti - ofta í eini og somu yrking. Einstakar yrkingar taka støði í gerandisupplivingum sum við kokkunum Brødrene Price og fara haðani niður í kenslunnar dýpdir.

Fimmhundrað árið fyri reformatiónina verður hildið, og eg'ið fær vitjan av Luther og Melanchton, sum hann ikki altíð er so fegin um.

Beinorðaður er yrkjarin, tá ið hann sigur, at vit hava avtikið helviti hinumegin, men vit megna ikki at forða tí hesumegin.

Elli og sjúka gera vart við seg í sumum yrkingum, men eisini spei, har tað verður sagt:

"Eg rópi kollvelting / tú syngur eplavelting".

Og so elskar høvundurin kvinnuna, og alramest hennara kynsmegi.

Jóanes Nielsen: Gudahøvd. Yrkingar.
Tilrættislegging og skreytmyndir Rannvá Holm Mortensen.
MS – Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 83 bls.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo