Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Fólkakirkjan: Jóannis Fonsdal, sum er ættaður av Skála upplýsir, at tey byrjaðu at brúka Mobile Pay í samband við innsavningar fyri sløkum fimm árum síðani.

- Vit fóru undir hetta í september 2014, og hava brúkt tað líka síðani, upplýsir hann.

Fyri tey í Emdrup Kirke er eingin ivi: Hetta hevur nógvar fyrimunir við sær – men sjálvandi eisini vansar.

Fyrimunurin er, at tað er nógv lættari at skipa eina innsavning soleiðis, tí fólk ikki nýtast at hava reiðan pening við sær í kirkju.

Veruleikin í danska samfelagnum er, at hetta er vorðið alt meiri kontant-leyst, sum tey siga.

- Ja, tað eru bara tey fægstu, sum hava reiðan pengin uppiá sær, til dømis í kirkju.

- Nú kemur meginparturin av pengunum inn umvegis Mobile Pay.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo