Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

So er tað komið opinlýst út í orð.

- Fyri at fáa endarnar at røkka saman, havi eg saman við pápa blaðstjóranum á Norðlýsi tikið við einum ómetaliga freistandi og lukrativum tilboði um at gerast inventivur spunamaður og beinasamur heilavaskari hjá Høgna Hoydal og harumframt servilur ørindadrongur hjá løgtings-formanninum, Pálli á Túgvu.

Arbeiðið er eitt fittligt hálvdagsstarv við munagóðari løn fyri ein fátækan pensionist..

Man skal bara fungera sum pr-maður og supplera KVF við dagligum skammleyst rósandi tilfari um teir báðar, serliga hvussu raskir, objektivir og beskednir teir eru.

Ætlanin er eisini, at vit skullu gera ein stuttan táraskapandi video um teir, har tað verdur pointerað, hvussu sjálvútstrikandi, spartanskir og filantropiskir hesir báðir lands-stólpar altíð hava verið

Um Høgna fara vit serliga at leggja dent á, hvussu ótrúliga smákrevjin, hann hevur verið, líka síðani sína turbulentu donsku barnahavatíð, har hann ofta mátti bæði spæla og eta saman við fúlum kúgandi donskum javnaldrum, sum slett ikki aktaðu.

Vit fortelja frá, hvussu strævið tað seinni bleiv at fáa tann smædna høgnesiska ministarin at troðka seg framat.

Sjálvt í KVF skuldi man egna við næstan astronomiskari løn, men so var hann eisini ótrúliga trúfastur og minutiøsur sum tíðindaskeiklari.

Tað verður eisini sagt nógv frá, tá ið hann harðliga mátti yvirtalast í næstan eitt heilt minutt fyri at lata seg noyða til starvið sum ovasta trúboðara fyri ta nationalu missións-rørsluna hjá tjóðveldistum.

Við rúnarsterkum stavum fara vit at gera plakatir og bóklingar, har vit greiða intenst frá hansara eyðmjúku tíð sum ministari fyri toskateggjur, seiðatrø og murtarúgvur.

Av berari empatiskari vælvild móti vinnulívsmonnum ætlar hann at vera SO beskeðin, at hann fer at skipa fyri eini hermetiskt afturlatnari auktión í einum gehejme-kabinetti, har bara ein einasti hondheimtaður bjóðari er boðin við, so kann man ikki vera meira sparin masochistur.

Um Páll fara vit at fortelja, hvussu ekstremt lítillátin hann er, eisini lokalt:

Hann leggur so lítið í materiellar ognir, at hvis bara grannar og vinir lata hann kradda sær eini trý til fýra kúfóður at boltra sær á, krevur hann slett ikki meira av teimum í fyrsta umfari.

Í okkara filmi fara vit eisini at vísa eina serligt empatiska síðu hjá Túgvuni.

Tað verður í einum tekniskum innslagi, har vit vísa hann sum bíligan borara og spreingjara av eini lítlari "kullu" í Sandshaga, sum hann fekk Landsverk at bresta við so avmarkaðum og lítlum dynamitti, at tað bleiv ein pinkulítil og beskeðin dukkufretur, sum avgjørt klæddi tí ekstremt masochistiska Pálli.

Lógvabrestirnir vóru eisini sera lítillætnir, sum tað sømdi seg einum eyðmjúkum idealisti.

Vit fara endiliga eisini at leggja dent á, hvussu lítið hann etur. Sjálvt tá ið hann situr hungursstungin á Kongabrúnni og hennara hátign Drottningin býður honum umborð á Dannebrog til ein døgurða-bita, sýtir hann av berum anorektiskum smædni og vil ikki vera til nakran ampa ella fortreð.

Siðst, men ikki allarminst fara vit at fortelja um, hvussu servilt smákrevjandi teir báðir eru í lønarmálum.

Páll hevur FYRIBILS latið seg noyða við eitt sindur minni pensión enn bæði Margreta og statsministarin Løkke.

Um Høgna fara vit ikki at dylja, hvussu altruistiskt hann troystaði seg við samsýning frá tí Norðuratlantiska bólkinum á Fólkatingi á sinni, har hann brutto lat seg noyða við væl minni í tíman, enn aðalskrivarin í ST.

Eftirsum teir báðir hava resignerað og HVØRGIN væntar sær nakran illa betaltan danskan fólkatingssess, ráða teir eisini øllum øðrum frá og ávara móti tí lítlu úrtøkuni á Fólkatingi, og ráða nú øllum øðrum føroyingum til, at hesir sessir mugu avtakast í stundini.. HAR er ikki meira at forvinna!

Av opportunistiskum grundum síggja vit, blaðstjóra-pápin og eg fram til hetta spennandi, manipulerandi og heilavaskandi embæti.

Vit ætla sjálvandi saman við tí nationalu greipuni at søkja Tað danska Fólkatingið um serligan styrk og empatiskan stuðul til okkara upplýsandi video og annars alt fyrifallandi floksarbeiði.​ 

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo