Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Politikkur

- Høgni Hoydal skal ikki turka sína ómegd upp á andstøðuna, sigur Jørgen Niclasen, formaðurin í Fólkaflokkinum í sambandi við samrøðu hjá Kringvarpinum við Høgna Hoydal.

- Øll andstøðan atkvøddi ímóti at einki kann landast í útlandinum, og tað hava vit svart upp á hvítt, sigur Jørgen Niclasen og vísur til heimasíðuna hjá Løgtinginum har tað stendur:

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Vinnunevndini samtykt 16-0-15.

Víðari sigur Jørgen Niclasen, at nú fiskivinnan hevur mist milliónir av hvussu Høgni Hoydal hevur umsitið undantaksregluna, roynur fiskiráðharrin at geva andstøðuni skyldina.

- Maðurin í fiskiráðharra sessinum er vandamikil fyri føroysku fiskivinnuna, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.

Fylg við orðaskiftinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo