Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Innlendis ítróttur

FSF: Leygardagin 20. mai klokkan trý verður 9. umfar í EFFO-deildini sjósett, tá NSÍ og ÍF bresta saman við Løkin í Runavík. Hinir fýra dystirnir verða allir spældir sunnudagin, og eisini tá verður lagt fyri klokkan trý.

Gestur í FSF Varpinum hesaferð, og at meta um komandi umfar í EFFO-deildini, er Jógvan Martin Olsen, ið er ein av fótbóltsmennarunum hjá FSF, og sum nú stendur á odda fyri U19-landsliðnum við dreingjum.

Í sendingini verður tosað um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman sum U19-landsliðsvenjari, tí umframt landsliðsvenjingar, hava spælararnir eisini nógvar dystir og venjingar í feløgunum. Harafturat hevur Jógvan Martin eisini sítt boð upp á, hvørji lið fara at mynda oddin í fremstu deildini hjá monnum í oktober mánaða í ár.​

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann