Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Innlendis ítróttur

Europameistaraskapið í uttandura bogaskjóting er í hesum døgum (23. til 29. mai) í Nottingham. Og Føroyar eru umboðaðar av einum av okkara bestu bogaskjúttum Jógvan Niclasen.

Innleiðandi bleiv hann nr. 48. Síðani var finaluskjóting. Har gekst tað honum bara heilt gott.

Fyrsta dystin skjeyt Jógvan móti nr. 65 og vann. Næsta dystin skjeyt hann móti nr. 17 og vann.

Men síðsta dystin skjeyt hann móti Peter Elzinga. Og har var tað Peter Elzinga sum vann. Peter Elzinga er ein av bestu skjúttunum í heiminum og endaði hann eisini kappingina sum nr. 2.

Samanlagt endaði Jógvan sum nr. 17, og tað má sigast at vera eitt sera gott úrslit, tá man hugsar um, at hetta eru bestu skjúttar í Europa. Úrslitið sæst her: trýst her


Um man vil síggja meiri um kappingina so sæst tað her: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo