Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Nevndin í Norðoya Sjálvstýrisfelag stendur saman um formannin og vísir aftur øllum ákærunum. 

Jógvan Skorheim er ein fongur fyri flokkin og hevur arbeitt miðvíst fyri at fáa flokkin at vaksa. Í tí arbeiðnum hevur hann lagt eina linju, so flokkinum kann verða lív lagað. Hansara partur í at taka sær av praktiskum viðurskiftum hevur heldur ikki ligið eftir. Vit kenna Jógvan sum ein savnandi og diplomatiskan formann. 

Tað er eingin ivi fyri okkum í Norðoya Sjálvstýrisfelag, at við Jógvani sum formanni kann flokkurin bara vaksa, eins og hann hevur gjørt við hansara leiðslu í Norðoyggjum. 

Vit í nevndini hava í fleiri ár arbeitt saman við Jógvani Skorheim, og hava vit virkað sum eitt toymið, har øll sjónarmið hava verið tikin við. Vit undrast tí stórliga av útsøgnunum, sum eru komnar fram í fjølmiðlunum. 

Okkara uppliving er, at partar í flokkinum í langa tíð hava arbeitt í móti formanninum og hava ikki viljað góðtikið hansara avgerðir, hóast ein meiriluti í flokkinum hevur tikið undir við politisku linjuni hjá Jógvani Skorheim.  

Myndin er tikin á landsfundi í 2008, tá Jógvan Skorheim sum formaður fyri Unga Sjálvstýri helt røðu. 

Rúna Sivertsen, forkvinna
Sven Dahl, næsformaður
Beinta Klakstein
Óli M. Lassen
Kjartan á Gravarbø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo