Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Jógvan Telling er ein ómetaliga produktivur tónleikari, sum hevur ríkað okkum við sangum og løgum í hópatali. Nógv meira enn vit vistu. 

Túsund tøkk fyri henda stóra skatt. Eg vóni at henda heiðurskonsertin í kvøld verður startskotið til tað innsavningar- og skrásetingarbeiði av tónleiki Jógvans, sum er so átrokandi. Og vit hava av sonnum fingið brellbitar, sum muna í kvøld.

Góði Jógvan. Sum forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs vil eg fegin bera tær heiðursgesti í kvøld eina tøkk og eina kvøðu, og eisini takka øllum stigtakarunum og tónleikarunum handan hesa heiðurskonsert.

Eitt gullnám av tónleiki
Tað liggur tað eitt gullnám av tónleiki eftir teg Jógvan á vinyli, á kasettubondum, í arkivum og goymslum, sum vit vita alt ov lítið um.  Kvøldið í kvøld hevur verið ein fantastisk ferð gjønum tín laga- og sangskatt.
Tú hevur skrivað nógv løg, sum vit dag og dagliga syngja og lurta eftir, men sum vit ikki vistu vóru tíni.

Leikandi lættur, melodiøsur og sera fjølbroyttur tónleikur.

Jógvan er ein sannur 1000 kunstnari – kann mann siga.

Jógvan Telling Joensen er Havnarmaður, føddur í 1947, og hevur alt sítt lív verið av virknastu tónleikarum, tónasmiðum og sangarum. Í 1993 varðst  tú kortini nógv darvaður av einum álvarsomum blóðtøppi.

Tá ið tú vart í vælmaktini, varð ikki so vanligt við live-konsertum. Tú búleikaðist í nógv ár í Danmark, men tað var eingin avmarking. Í útvarpssending frá 2014 sigur Súni Merkisstein soleiðis, at í 70unum og 80unum var Jógvan Telling “Útisetarøddin í útvarpinum”. Nógv spældur, men kanska ikki líka nógv sæddur. Skjótur, hvassur og eisini stuttligur.

Tú  viðurkendi ongar avmarkingar, og sum dømi kann nevnast, at á útgávuni “Við Jógvani í Kátuvík” syngur tú og spælir øll ljóðførini sjálvur.

“Meg minnist eina mynd, Skiparin lítli, Skúmbananir, Katrin býr á Strondini, Fríggjarafarið, Lívið er ein kabal, Nú seta tey á teymarnar, Suður við Smyrli, Klettar eru høgir, Stilli er, Pápi Sjúrða, Mær dámar bjór, Hønan skrukkar, Ríða Edeling, Samgongan, Skálafjarðarsangurin, fjølbroyttur kabaretttónleikur, tættir og vísur, kórsatsir,  hvøss tónleika satira og ikki at gloyma avrikini í Harkaliðnum, sum jú er ein av virknastu og kendastu tónleikabólkum úr Havn. Alt hetta er frá tínari hond, og eg kundi hildið fram. 

- Sangir og tónleikur, sum hevur sett sín dám á barnauppaling, felags sang, veitsluhald, skemt og álvara og mentanarlív í áratíggju. Tøkk fyri tað!

Nógv skøld hava givið Jógvani Telling íblástur til at skapa tónleik – og afturfyri hevur Jógvan Telling blást nýtt lív í teirra skaldskap, bæði skaldskap av manna munni og skaldskap hjá eitt nú Pól F, Hans Andrias Djurhuus, Gunnari Hoydal, Oskar Hermanson og øðrum.

Góði Jógvan Telling. Ein hjartans tøkk frá Tórshavnar Kommunu fyri alt tað, ið tú sum virkin tónlistamaður úr Havn hevur skapað og avrikað.

Vit ynskja tær alt tað besta, og vóna at tað fer at eydnast  at skráseta og geva tónleikaverk títt út til gleði fyri bæði okkum og komandi ættarlið.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo