Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Lesarin skrivar

Løgtingsvalið stendur fyri durum, nú fólkatingsvalið er av og hevur givið síni úrslit. Fólkaflokkurin kom  - lutfalsliga – væl,  ella betri enn ein roknaði við frá valinum, hóast tvey onnur valevni vunnu sessirnar.

Skjótt er at yvirmeta støðuna og halda, at grundarlagið er lagt fyri góðum løgtingsvali, líkasælan og yvirlegni av valinum kann skjótt gerast “svøvnur á plónni”! Tað hevur meiri enn einaferð verið eitt vónbrot!

Fólkatingsval er ikki sum eitt løgtingsval. Eitt løgtingsval er ikki sum eitt kommunuval. – Her hevur søgan víst týðilig frávik. Miðflokkurin  stillaði ikki upp, Sjálvstýri stillaði løgið upp og Sambandsflokkurin hevði onki valevni úr Norðoyggjum.

Ali- og fiskivinnan at kalla einasta útflutningsvinna
Skulu føroyingar verja vælferðina og økja hana, er treytin ein dygg vinna. Skulu vit økja útflutningsvinnuna, er lívsneyðugt við nýíløgum, her skal kapitalur til – nógvur kapitalur. – Talan er um ali- og fiskivinnuna, sum enn eiga at kalla allan føroyska úflutningin.

Alivinnan hevur havt viðvind seinnu árini. Góð avlop, men kravt stórar nýíløgur. Hon hevur stóran part av heiðrinum fyri lága arbeiðsloysinum, har avleiddar vinnur rættuliga hava ment seg. – Hevur íløtuni stívliga 40%  av okkara fiskaútflutningi

Fiskivinnan hevur kenst ótrygg, tí hava ávísar vinnur ikki gjørt íløgur í nýggj skip, meðan eitt nú línu- og heimatrolaraflotin hevur havt tað tyngri fíggjarliga og ymist er sostatt, hvussu flotin er fyri.

Avgamal og slitin fiskifloti í eini fiskivinnutjóð
Fiskiflotin er gamal og í mongum førum ótíðarhóskandi og ikki kappingarførur við grannar í vestri og eystri, har nýggj skip verða bygd lutfalsliga við byggistuðli:

• Útróðraraflotin er helst um 70 ár í miðalaldri
• Línuskipaflotin helst yvir 55 ár í miðal
• Fiskiskipaflotin sum heild í miðal liggur um 37 ára í miðal
• Partrolararnir 42 ár í miðal
• Trolarar annars 26 ár í miðalaldri.

Sum fiskivinnutjóð er hetta sera dapur lesnaður. Vinnan hevur ikki havt álit á politisku myndugleikunum og tí hevur verið í bíðistøðu. Tað er høvuðsorsøkin. Veit, at tað eru aðrar orsøkir, sum kunnu viðgerast seinni.

Fari at heita á allar føroyingar, sum ynskja eitt styrkt grundarlag undir vælferðina, at hugsa seg um til komandi løgtingsval.

Besta og tryggasta grundarlag fyri føroysku vælferðina er ein trygg vinna, har vinnulívsfólk, sjófólk og arbeiðsfólk á landi kenna seg trygg nøkur ár frameftir.

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo