Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
LýsingarUm VP

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

- Men Poul – fyri hann er ongin umbering. Hann eigur at vita betur. Og fyri at tosað eitt mál, sum eg roknið við Poul skilir sera væl, hevði tað verið stuttligt at fingið at vita frá Pouli, hvussu hann hevði mett fortreytirnar fyri at reka heilsøluvirksemið, um loyvið at reka heilsølu, sum vit hugsað okkum hongur á vegginum á skrivstovu hansara, var til sølu í tíð og úrtí.

Soleiðis sigur fyrrverandi formaðurin í eitt nú Føroya Arbeiðsgevarafelag og BankNordik, Jóhan Páll Joensen í eini viðmerking til tað, sum landsstýrið arbeiðir við.

Áðrenn, í somu viðmerking, hevur hann meiri at kalla borið í bøtuflaka fyri løgmanni, Aksel V. Johannessen og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal.

- Teir vita ikki, at 1+1 ikki altíð er 2, tí teir hava ongantíð kent fortreytirnar hjá vinnuni á egnum kroppi, sigur Jóhan Páll Joensen.

- Hvat ítøkiligt í fyriliggjandi uppskot til fiskivinnulóggávu byggir uppundir pástandin, at virðisøkingin í fiskivinnuni skal tvífaldast??

- Hví metir Poul, at antitrust lógarverk er meira viðkomandi fyri fiskivinnuna enn t.d fyri heilsøluvirksemi?

- Man kann eisini spyrja hinvegin: Heldur Poul, at virksemi hevði verið betur fyri heilsøluvinnuna og samfelagið, um hon varð spjødd út á nógvar smáar veikar hendur?? Var hon ikki tað fyrr, og hví er heilsøluvirksemið ídag samlað í nøkrum fáum stórum sterkum heilsølum, spyr Jóhan Páll Joensen millum annað í drúgvu viðmerkingini, sum kann lesast á facebook.

Les Meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann