Omma var 60, tá hon fór at ganga 5 kilometrar um dagin. Hon er 96 nú, og vit vita ikki, hvar tramin hon er
- Ellen DeGeneres

VP spyr

NAVN / NR.FO

Lesarin skrivar

Ólavsøkurøða løgmans bar í sær m.a. eitt sera gott og týðningarmikið dømi um ein av størstu statsmonnum søgan veit um at siga, nevniliga mannin Jósef, hana kendi løgmaður eins og vit ommur frá barnsbeini, okkara táverandi barnaskúli bar hana í sínum skjøldri eins og heimini gjørdu tað, hann nært við, hvussu hann í barnaskúla í Klaksvík hevði hoyrt søguna á fyrsta sinni. Møguliga roknaði hann tá neyvan við á ólavsøku í 2017, sum føroya løgmaður á Tingsins røðarapalli kom at umrøða henda statsmann - ein sólskinnssøga - takk fyri Aksel.

Orð bera mangan lív í sær, mátti tað hent í hesum førinum, hvat antin kýrnar, Fárao droymdi um, við Nilánna vóru væl ella illa í holdum, so loysti Jósef trupulleikan, hóast hann persónliga fleiri ferðir nærum var farin fyri ongum. Men hann var vísur nokk at leiða tjóðina, stórur nokk at fyrigeva brøðrunum, skilagóður nokk at fata, at tað var Harrin sjálvur, íð framdi nógv størri verk í lívi hansara við tí bjargingar verki hann við vilja og hjálp hansara framdi fyri táverandi mannaætt.

Sum áhoyrari og áskoðari og áður partur av politiska lívinum á tingi, har ein kundi hoyra Jósef verða nevndan fyri sín vísdóm og guðsótta, tá íð man helt tað vera neyðugt.

Hesar reglur snúgva seg ikki um politisku viðgerðina av løgmannsrøðuni men um mannin Jósef, løgmaður minti á og fekk okkum onnur at hugsa um. Havi hoyrt mangan politikara bæði heima og burturi umrøtt nevnda persón, ikki minst onkran doktara í guðfrøði og politikari, sum vísti á hvussu Jósef má hava nívst av tí sviki  brøður hansara vóru atvoldin til ímóti honum, fyrst skuldu teir avlíva hann, men broyttu hugsan og seldu hann til medianittiskan  keypman sum kom framvið, hesin seldi hann víðari til Egyptalands, til Potifar hirmann og lívvarðarhøvdingi Faro. Til seinast vísti hesin á at navni Jósef sum granskarar søgdu vera tað sama sum sonur Guds hevur Jesus kristus, navni yvir øllum nøvnum, hugvekjandi.

Johannes M Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann