Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Politikkur

Fyrispurningur um siglingina út í Mykines, settur Jørgeni Niclasen landsstýrismanni í samferðslumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 
 
1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi ferðasambandinum til Mykinesar? 

2. Hví er so stórur munur á ferðaseðlaprísinum til Mykinesar í mun til ferðaseðlaprísirnar til hinar oyggjarnar?

3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera broytingar í ferðaseðlaprísunum í framtíðini fyri ávikavist fastbúgvandi, pensjónistar, fólk við tilknýti, føroyingar og útlendingar (ferðafólk)?

4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera ásetingar, sum tryggja, at føroyingar hava framíhjárætt til nøkur pláss við Oyggjaleiðum fram um útlendsk ferðafólk?

5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera skipaðar farmatúrar til Mykinesar um summarið?

6. Eru ætlanir um at betra tænastuna viðvíkjandi flutningi av burturkasti?

7. Nær verður lendingin liðugt umvæld, og er peningur settur av til at gera arbeiðið liðugt?  

Viðmerkingar
Útoyggjasiglingin er lívsæðrin hjá útoyggjafólki, og sigling saman við tyrluflúgving er einasti vegurin til samband við meginøkið.

Eisini eru vælferðartænastur sum lækni, sjúkrahús, barna- og eldratilboð langt frá bústaði.

Men tað er stórur munur á prísunum fyri at ferðast millum oyggjarnar. Meðan tað kostar 40 krónur til styttru leiðirnar og 80 krónur til Suðuroyar, so kostar tað 100 krónur fyri eitt vaksið fólk at fara við Oyggjaleiðum til Mykinesar.

Undirritaði er kunnaður um, at príshækkanin serliga er framd hetta seinasta árið og at ynski er um at hava sigling frá páskafrítíðini til og við heystfrítíðina.

Í dag er bara javnt samband frá mai til septembur. Eisini verður sagt, at eingin skipaður farmatúrur er um summarið, og at burturkast liggur í mánaðir. 

Sum heild tykist tað at vera tørvur á bátum í sambandi við farma- og ferðafólkaflutning til Mykinesar.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
 
Á Løgtingi, 16. januar 2020
Jóhannis Joensen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo