Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Tá ið eg í Dimmalætting fríggjadagin 25. januar las orsøkina, at fútin John Kølbæk hevði sagt seg úr fútastarvinum í Føroyum, kendist avgerð hansara sera persónlig. Fútin málbar seg so, sambært Dimmalætting:

-Tá ið pápi mín doyði í 1997, starvaðist eg sum varafúti í Grønlandi og náddi tí ikki at koma heim at siga honum farvæl. Hetta hevur nívt meg síðani. Tí havi eg lovað mær sjálvum, at hetta skal ikki endurtaka seg, nú ivasamt er, hvussu leingi mamma mín verður okkara millum aftrat – og vit enn hava møguleikar at samskifta saman.

Haldi meg ongantíð áður hava sæð slíka persónliga grundgeving fyri at siga seg úr starvi. Men grundgevingin er fyrimyndarlig, sera lívsjáttandi og vísir kærleika og umsorgan fyri gomlu mammuni. Einki er at ivast í, at onnur kunnu læra av hesi grundgeving.

Eg minnist fyri mongum árum síðani, at ein norskur kvinnuligur ráðharri í einari av stjórnunum hjá Gro Harlem Brundtland, forsætisráðharra, segði seg úr ráðharrastarvinum, eftir bert at hava sitið nakrar mánaðir sum ráðharri. Tíðindafólk vóru spent at fáa at vita orsøkina, at hon brádliga fór úr starvi.

Svar hennara var hjartanemandi:

- Eftir stuttari tíð í ráðharrastarvi mínum gjørdist mær greitt, at starvið fór við so nógvari tíð, at eg kundi ikki bæði vera ráðharri og mamma at smábørnum samstundis. Eg mátti velja. Tí valdi eg at siga ráðharrastarvið frá mær, fara heim og brúka alla mína tíð at vera saman við børnum mínum.”

Eg havi hvørki áðrenn ella eftir hoyrt slíka grundgeving frá ráðharra, sum er farin frá.

Lærurík og fyrimyndarlig avgerð.

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo