Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Krutl

Danski journalisturin Flemming Rose tosar við stovnaran av Reuters Institute of Journalism á Oxford University, John Lloyd, sum heldur at vinstravendu miðlarnir ikki nóg væl inkludera konservativu sjónarmiðini.

- Public service-miðlar krevja at skilja tey ymisku sjónarmiðini í samfelagnum. Og teir skulu skilja hví ein partur av tí samfelagnum, kann kenna seg avskornan frá samfelagnum og uppmerkseminum frá miðlunum.

- Tað er sera neyðugt, at journalistarnir gera tað, um teir vilja presentera eina mynd av heiminum sum er fair, avbalanserað og objektiv, sigur John Lloyd millum annað, og leggur afturat:

- Her hjá okkum er public service-miðilin BBC, sum er ein máttmikil institusjón sum staturin eigur, og sum meira og meira hevur fingið til uppgávu at fáa fakta út.

- Í kanningum hevur tað víst seg at fleiri og fleiri fólk frá vinstravonginum fáa starv í BBC.

- Hetta kann sigast um næstan allar public service-útbjóðarar, at starvsfólkini og eisini stjórarnir, hoyra til síðuna til vinstru í tjóðini.

- Og hetta hevur givið fleiri og fleiri atfinningar frá teimum konservativu og tað av røttum, sigur John Lloyd.

Sí alla samrøðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo