Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Krutl

Tiltakið byrjar við at borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, bjóðar borgarum í oynni og gestum at vera vælkomin.

Meðan tónleikarar og sangarar úr oynni koma at syngja vakrar jólasangir, fara næmingar í 7. flokki at selja vaflur, kaffi, te, kakao og gløgg til tey vitjandi. Peningurin, sum kemur inn til av hesi sølu, fer óskerdur til Barnabata.

Stutt eftir hetta, loysa jólabátarnir frá Bøsdalafossi og seta kósina ímóti flúgvarabedingini. Tá jólamenninir eru komnir í land, bjóðar borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Aime Jacobsen, jólamonnunum at vera vælkomnar í oynna, og høvuðsjólamaðurin takkar fyri móttøkuna. Síðan syngja jólamenninir ein stuttligan jólasang, og saman syngur øll fjøldin Gleðilig Jól.

Eftir hetta fara jólamenninir at deila jólapakka út til øll børnini, sum eru møtt upp.

Sum sagt, so er tað er 7. flokkur í Sørvágs skúla, sum samskipar tiltakið í ár, men fyrst í komandi árið, er ætlanin at taka upp samstarv við flokk á Giljanesi soleiðis, at tað altíð eru flokkar úr báðum kommununum, sum samskipa Jól við Vatnið.

Báðar kommunurnar í Vágum, bjóða øllum sínum borgarum og gestum, at vera hjartaliga vælkomin til tiltakið Jól við Vatnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo