Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Tiltøk

Árligi jólahugnin í viðarlundini í Trongisvági verður leygardagin 7. desember kl. 18.

Á skránni verður hugnaligur felagssangur, umframt at bollar og heitt kakao verður at fáa. Eisini koma jólamenninir við onkrum góðum til børnini.

Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar tvk.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo