Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Krutl

Í góðari tíð undan jólum í ár hevði føroyski Jólamaðurin í Keypmannahavn, sum vanligt, kannað, hvussu hann kundi fáa jóladøgverðan til vega úr móðurlandinum - Føroyum.

Hann hevði búleikast í útlegd í ein mansaldur. Men seinastu nógvu árini hevði vinmaðurin hjá Jólamanninum útvega honum jóladøgverðan - jólaaftansdøgverðan – tvær føroyskar gæs, av onkrari trøð á høvuðsstaðarleiðini.

Trupulleikin hjá Jólamanninum hesaferð var, at hann hevði verið so sera upptikin í handilsørindum – á flogi millum lond - stóran part av november og allan desember mánaða. Hann hevði verið til ymsi jólaborðhald fleiri ferðir um vikuna, í nógvar vikur fram undir jólini.

Hann hevði harvið havt nógv um at vera og jólaborðhaldini kunnu sum flestu vita gerast bæði drúgv, hugfarslig og ikki minst vátlig hjá teimum, sum dáma at fáa sær uppí nevið.

Hetta seinasta var nú ikki trupulleikin hjá Jólamanninum – tí sum tey flestu vita, so smakka jólamenn sær ikki á sterkan løg.

Nógva ferðingin hevði kortini havt tað við sær, at hetta nú var komið í aðru røð, at flyta obligatorisku gæsnar úr Føroyum til Keypmannahavnar. Eini jól á asfaltinum uttan føroyskar gæs vóru katastrofal, ein vanlukka, bæði fyri hann, konuna og familjuna.

Í ár komu jólini kortini ov tíðliga, hann hevði sveittað hetta burtur, hagartil ov seint var ella næstan.

Deyðamóður av øllum jólaborðhaldunum livdi hann enn í vónini um, at tað kortini fór at bera til.

Jólamaðurin innskipaði gæsnar í móttøkuni hjá jólaskipaagentinum í Havn, sum hevði ábyrgdina av skipinum, ið lá fyri at fara til Danmarkar, men hann var ov seinur. Alt var farið umborð, ið skuldi vera farmur hendan jólatúrin. Heldur ikki kendi hann nakað av ferðafólkunum, ið hann møtti á bryggjuni, annars kundi onkur kanska hjálpt honum við gásaflutninginum.

Nú vóru góð ráð dýr. Kortini fekk hann orð á jólamenninar, sum arbeiddu umborð á jólaskipinum, og teir lovaðu at hjálpa honum sum frægast. Teir ringdu til jólamenninar hjá Atlantic Airways – nationala flogfelagnum. Leyst og liðugt var beinanvegin, og hendan sama seinrapartin, dagin fyri tollaksmessudag, fóru gæsnar umsíðir á flog vesturi í Vágum og lendu í Kastrup floghavnini tveir tímar seinni.

Alt tóktist nú at ganga so væl. So sára væl. Væntandi angin av stoktari gás fekk sevjuna at renna úr munnvikunum á Jólamanninum á flatlondum. Ikki gongur kortini altíð sum prestur prædikar, og tá dryppar ikki á deknin. Heldur ikki á jólum.

Gæsnar vóru ikki meira enn lendar í Kastrup, nú kemur danska deildin fyri flogfenaða uppí leikin. Fødevarestyrelsen. Deildin hjá danska vørueftirlitinum, sum m.a. hevur við innfluttar gæs at gera. Har á deildini vóru ongir jólamenn. Teir vóru farnir í jólafrí og lótu seg ikki tøla til at bróta vakt fyri ein føroyskan jólamann á flatlondum, sum hevði mist dagaskilið ímillum øll jólaborðhaldini, í ymsum tíðarsonum og londum, í november og desember mánaða. 

Eftir mikla togan í hálvanannan sólarring, um tað lagið at gæsnar vóru destrueraðar, eftirlíkaði danska deildin fyri flogfenaða ynskinum hjá Jólamanninum, at Atlantic Airways kundi flyta gæsnar aftur til móðurland Jólamansins. Føroyar. Jólamennirnir hjá Atlantsflogi vóru sum altíð fúsir at hjálpa. Drúgvir í ávikum. Nú vóru gæsnar aftur á flogi, á heimferð.

Jólakonan hjá Jólamanninum var nú farin at trilka og gera ilt av sær. Ja, stundum ilskaðist hon rættiliga inn á Jólamann sín, um hesa út av lagi vánaligu tilrættaleggingina, nú obligatorisku gæsnar skuldu flytast ímillum lond. Alt vendi øvut, hóast hann var kendur sum ein dystin lærdur fyrireikari av jólaborðhaldum á flatlondum, heima í Føroyum, í Noregi, Íslandi osv. osv., og so hetta út av lagi ringa skilið við hennara og teirra jóladøgverða – føroysku gæsnum, strandaðar í paragraffum, kunngerðum og vitleysum pappírsveldi.

Tað serliga við jólagæsnum í ár, var, at tær høvdu gingið stutt norðanfyri heimstaðin, - í útryðini av Havnini. Har var alt nú eitt, sum millum Ísheyggin og Keypmannahavn, samanvaksið, tað var ikki longur, sum tá hann vaks upp omanfyri ánna í Dalinum fagra.

Jólamaðurin royndi nú at seta seg í samband við aðrar jólamenn í Føroyum fyri at fáa gæsnar aftur til flatlond. Beiggi Jólamannin og jólavinmaður hansara vóru boðsendir at koma við jóladøgverðanum persónliga. Í Vágar. Teir vóru sjálvandi klárir og væntað varð, at Atlantic Airways nú kundi bjarga stumpunum, áðrenn evsta mark varð rokkið. Jólaaftan.

Men tá hesir jólamennirnir fingu boðini, komu tey í seinna lagi, tí teir vóru tá endaðir í einum jólaborðhaldi í einum ítróttarfelagi norðanfyri ánna, eitt felag sum Jólamaðurin á flatlondum var við til at seta á stovn sum tannáringur. Hesin jóladøgverðin dróg út, og beiggin og jólavinurin vóru av somu orsøk ov seinir til flogfarið.

Hetta var aðru ferð at tað gekst illa í hond við at fáa føroysku gæsnar á jólaborðið hjá Jólamanninum í Keypmannahavn.

Teir báðir flutningsmenninir vóru ikki væl stjølaðir eftir jólaborðhaldið í ítróttarfelganum. Teir ætlaðu sær ikki at brúka nógva tíð til hetta merkiliga prosjektið – tí grýttu teir handilsnetið við gæsnum inn á skivuna hjá Atlantic Airways í vónini um, at nationala flogfelagið fekk onkran at taka tær við sær sum handviðføri.

Tað var gamalt í Føroyum, m.a. tá Tjaldur og Drotningin sigldu millum londini.

Stemningurin í Keypmannahavn bara versnaði. Jólakonan hunsaði og deildi. Jólamaðurin var í døpurhuga.

Tollaksmessudagur var og fá skot eftir í byrsuni, skuldu jólini bjargast við húsfriðinum í behold. Her vóru ikki nógvir møguleikar eftir, og Jólamaðurin spekuleraði so tað brakaði í heila hansara. Hvat var nú til ráða at taka?

Gæsnar lógu á skrivstovuni hjá Atlantsflogi, í Vágum, og frosturin seyraði spakuliga úr teimum. Meiri og minni tiðnaðar vóru tær nú mestsum ovnklárar – í skeivum landi.

Nógv varð kimað millum Atlantic-skrivstovuna og Jólamannin, jólakonan á flatlondum blandaði seg eisini uppí, men tað sýntist kortini sum at allar hesar diplomatisku royndirnar endaðu í kyksendi, har vóru eftir øllum at døma ikki fleiri møguleikar… í hvussu er ikki fleiri føroyskar loysnir til at taka.

Men, Jólamaðurin, sum vanliga ferðast nógv í Norðurlondum, sum handilsmaður og til jólafundir og jólaborðhald, vitsti, at tað kortini var eitt einasta skot eftir í byrsuni. Kappingarneytin hjá Atlantsflogi.

SAS. SAS var nú loysnin – seinasti møguleikin.

Jólakonan koyrdi Jólamannin út á flogvøllin í Kastrup. Hann rann ígjøgnum hallirnar, sum vanligt, fyri ikki at vera ov seinur. Komin niður á flogbreytina, úr trappuni, galoperaði hann yvir ímóti SAS-flogfarinum.

Gluggin fremst á danska/skandinaviska jarnfuglinum var drigin niður, og danski flogskiparin í glugganum rópti:

”Skal du ikke holde jul herhjemme?”

Jólamaðurin mátti greiða frá truplu støðuni hann var komin í.

”Jeg skal blot hente noget fjærkræ i Færøerne, to gæs, og efter at jeg har hentet dem i receptionen hos jeres konkurrent, tager jeg hjem igen med samme flymaskine – med jer.”

Í dýrdarveðri lendi SAS-flogfarið í Vágum. Um somu tíð fór tyrlan út í Mykines. Tað sum Jólamaðurin ikki vitsti av, var, at gæsnar nú vóru á flogi út í Mykines….. beiggin og jólavinurin høvdu lovað tær burtur til onkran annan, nú kuldin var farin úr teimum, og ongin roknaði við Jólamanninum longur á hesum sinni.

Jólamaðurin stóð nú á skrivstovuni hjá Atlantic Airways í Vágum, og hann gav ilt av sær: ”Fá mær fatur á Jóhonnu á Bergi, og tað í ein vissan fart, gæsnar mega koma inn aftur úr Mykinesi her og nú(!)” 

SAS-flogfarið var nú tilreiðar at fara á flog aftur. Motorarnir vóru farnir ígongd. Viðførisvognarnir vóru givnir at koyra, og tyrlan var í fjørðinum á veg innaftur í Vágar. Jólamaðurin var seinasti maður upp trappuna umborð, og royndi sum frægast at tosa teir har frammi í stýrhúsinum til rættis.

Síðani slapp hann sær í land aftur, SAS-flogfarið bíðaði, tað høvdu teir lovað, og inn á skrivstovuna hjá Atlantsflogi. Har spurdi hann eftir gæsnum hjá Jólamanninum, og lat annars heilsa frá Scandinavian Airlines System. Síðani inn í búkin á flogfarinum, sum nú setti kós ímóti danska høvuðsstaðnum.

Í Kastrup var alt gjørt klárt til at lata flogvøllin aftur, nú jólini stundaðu til. Alt var í tøkum tíma.

Jólamaðurin rann alt tað hann orkaði ígjøgnum háu hallirnar. Svangir tollarar, sum í huganum høvdu stemplað út, varnaðust nóg illa, at ein Jólamaður kom spelandi ígjøgnum tolleftirlitið, við einari føroyskari gás undir hvørjum armi.

Reyða jólahúgvan hjá Jólamanninum og pøstu kjálkarnir runnu mestsum út í eitt og sama litbrigdi, tá jólakonan hálsfevndi Jólamannin, sum so mirakulløst hevði bjargað teimum jólini 2018.

Í alra seinastu løtu.

Tað frættist, at ongantíð áður hevur huglagið verið so gott heima hjá Jólamanninum á jólum, sum júst hesi jólini.

Soleiðis endaði alt so sára gott hjá Jólamanninum, eftir so nógvar trilvandi og ringar royndir við gæsnum, - ávegis av einari trøð uttanfyri Havnina inn í ein bakaraovn í Keypmannahavn.

Skuldi onkur hildið seg kenst við figurarnar í hesum berætninginum, so er tað at siga – at hetta bert er ein gjørd jólasøga.

Jólamenninir í Føroyum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo