Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Málvinir og onnur fregnast: ”Eru málsligu viðmerkingarnar tagnaðar?” Takki fyri fyrispurningarnar. Ikki er røddin heilt tagnað. Her er so ein  jólamálrøktarkvøða:

EINGLALJÓÐ: Hvør dugir at siga hatta? Nógv eru farin at gloyma ”ellið”. Spell! Roynið nú og sigið ”ell” í hesum orðum: ”ljóð, ljós og ljómur”, ikki minst útvarpsfólk!

Hvørji ”ei-fólk” í Føroyum siga annars ei í orðinum ”eingil”? Komi aftur til hatta seinni.

GLEÐIBOÐ: Einki ”ess”. Gleðin hon, kvennkyn. Onkur er nú farin at siga ”gleðisboð”. Einki ”ess”! Einki s í gleðilig og frøðilig (gleði og frøði eru kvennkynsorð)! Vit siga t.d. ikki gleðislig jól og skulu heldur ikki siga ella skriva heilsufrøðislig ella støddfrøðislig!

RÍSINGREYTUR: "Rísin" merkir "hvassur, óslættur, illur". Greytur kann neyvan vera "rísin". Orðið "rís" er hvørkikyn, rísið tað. Greyturin eitur tí "rísgreytur", sera einfalt. (Har er ikki talan um enska ávirkan)!

FROSTUR!?: Orðið ”frost” er hvørkikyn, frostið tað. ”Frostur” er óregluligt (staðbundið). Man tað vera í Havn og ikki aðrastaðni? Veit onkur?

FAKLAR: "Vit gera faklarnir (-nar) klárar til faklagonguna" hoyrdist í einum útvarpi. Hví? Føroyska orðið er "KYNDIL" (KYNDLAGONGA). (Heldur ikki ensk ávirkan har)!

HALLELUJALÝSINGAR: Hvat er hatta fyri nakað? Málsliga eru fleiri lýsingar heldur ivasamar, men at brúka hatta orðið í lýsingum, m.a. í almenna útvarpinum, er rættiliga ódámligt! Har verður farið um okkurt mark. 

KVØÐA: Fari at enda við at ynskja øllum málvinum og eisini hinum eini gleðilig jól og eitt gott ný(ggj)ár! Eisini ein kvøða til "Sprokforeiningina": Alt tað besta! Vónandi verða tit meir jaligir á málrøktarøkinum í komandi tíðum!

Á Borg undir stórmána í jólaføstu 2016

Við jólamálrøktarkvøðu

Eyðun á Borg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo