Meira pappír - minni álit
- úr Børkuvísum
Krutl

Jólaservietturin 2017 er ein úrskurður úr fotomynd, ið Ólavur Frederiksen hevur tikið av Sandavágs kirkju og jólaliga umhvørvinum rundanum.

Lítla oyggin í ánni framfyri kirkjuna er pyntað við tendraðum jólatræi og perum.

Hettar er eitt av vøkru, stillu og køldu jólakvøldinum um ta tíðina, tá kvøldarmyrkið vinnur á stutta dagsljósinum. Myndaevnið lýsir væl jólini í Føroyum, og vit síggja eitt nú mótsetningarnar myrkur og ljós, og hvussu vit kveikja ljós og fjálga um í myrku tíðini. Mánin skínur og náttúran vísir seg frá sínu bestu síðu.

Serviettarnir fáast um alt landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo