Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Nú annað umfar av jólaskránni í Premier League er á skránni í dag, er Jose Mourinho, venjarin hjá Manchester United, ikki nøgdur við, at hansara lið skal spæla fýra dystir uppá tíggju dagar, meðan lið sum Arsenal og Tottenham fáa trettan dagar til at avgreiða hesi somu fýra umførini.

Sambært Manchester Evening News sigur Mourinho, at...

- Tað eru heilt greitt lið, sum hava framíhjárættindi, og so er tað ein bólkur av liðum, sum veruliga verða revsað av avgerðini viðvíkjandi dystarskránni.

- Tær strævnu vikurnar er bara galdandi fyri nøkur lið - ikki fyri øll lið. Um tú kannar dystarskránna, verða summi lið ikki overvað. Tað sær út til, at dystarskráin er ætlað til at geva nøkrum liðum hvílu, samstundis sum hon skal skapa trupulleikar fyri onnur lið.

Manchester United skal leika ímóti Burnley á heimavølli í dag, Southampton á heimavølli leygardagin og Everton á útivølli mánadagin. Leygardagin leikti United 2-2 ímóti Leicester City.

United liggur í løtuni á einum 2. plássi í Premier League, 13 stig aftanfyri Manchester City.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo