Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Tórshavnar Kommuna: Tað var Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, sum helt røðuna, tá jólatræið varð tendrað heima á Velbastað. Hon byrjaði við at bjóða vælkomin og segði m.a.:

- Hjartaliga vælkomin í Miðheimin, sum hetta staðið eitur. Altíð hevur verið hildið, at navnið Miðheimurin hevur ein elligamlan uppruna, og at navnið er øgiliga sigandi; men hvat ítøkiligi upprunin er, er ilt at siga. Nú hevur útgrevsturin niðri á Bakka eisini staðfest, at Velbastaður er av elstu bygdum í landinum.

- Tá ið, eg gekk í skúla her fyri hálvthundrað árum síðani, høvdu vit ikki tað sama, sum tit, sum ganga her í skúla í dag. Vit høvdu ikki bil, ikki sjónvarp, ikki fartelefon, ikki teldu o.s.fr. Men vit høvdu nógv annað; spældu nógv úti, ja vit spældu her í Klovanum, sum í dag er vorðin tykkara skúlagarður. Tað er eingin loyna, at vit bæði argaðu og happaðu hvønn annan, sum tit tíbetur ikki gera í dag, ella í hvussu so er fáa at vita, at tað mugu tit aldeilis ikki gera, tí tað er so sera skaðiligt.

- Vit plagdu t.d. at erta børnini úr Kirkjubø við tí, at Velbastaður mátti vera tann eldra bygdin, tí tá ið ein var á Velbastað, varð sagt út til Kirkjubøar og yvir til Havnar. Og í Kirkjubø søgdu tey inn til Velbastaðar og í Havn søgdu tey heim til Velbastaðar, v.ø.o. mátti Velbastaður verða tann eldra bygdin.

- Og nú fornfrøðingarnir hava funnið søguliga ringin í útgrevstrinum niðri á Bakka, kunnu vit siga, at hetta stuðlar undir okkara niðurstøðu tá. Eisini plagdu vit at siga, at Jóannes navnið í Kirkjubø var komið av Velbastað, tí mæta tjóðarskald okkara, Jóannes Patursson í Kirkjubø, var jú uppkallaður eftir abba sínum uppi í Stovu á Velbastað.

- Havnin var øgiliga langt burtur tá, og tað var sjáldan, vit fóru yvir. Jú, nógv er broytt, og í dag eru tit kanska hvønn dag í Havn, ja ella fleiri ferðir; lættliga ber til at koma aftur og fram - bilar og bussar fúka framvið. Var Havnin langt burtur hjá okkum, tá ið eg var lítil fyri fimti árum síðani, so var hon enn longri burtur, tá ið pápi mín var lítil smádrongur á Velbastað fyri umleið hundrað árum síðani.

- Hann plagdi at siga frá tveimum børnum, sum mundu doyð úti nakrar fáar metrar frá heiminum, eftir at tey høvdu verið ørindi í Havn, og kavaódn kom á tey á veg heim aftur. Hetta var í 1917. Børnini vóru Tóra og Klæmint. Tey vóru farin til Havnar eini ørindi; til gongu eftir gøtuni sjálvandi. Eitt av ørindunum var m.a. at heinta eitt lakaílat hjá bøkjaranum í Havn.

- Men áðrenn børnini náddu heim aftur, brast hann á við kavaródn, og tá ið eingi børn vóru komin heim, tá ið tað fór at skýma, fóru menn við hundum at leita. Komnir yvir á Tvørfelli funnu teir lakaílatið, sum børnini skuldi heinta í Havn; tá vistu mennirnir, at børnini í hvussu er vóru komin somikið langt.

- Tá ið teir komu til Búðatrøðna, funnu teir børnini sitandi uppi undir garðinum, illa á holdum komin og krokaðu. Tá vóru tey ikki meira enn nakrar fáar metrar frá heiminum, men í allari kavaódnini vistu tey als ikki, hvar tey vóru stødd. Børnini vórðu borin heim, og vóru tá meira at kalla hálvdeyð í kulda. Við heitari súpan og heitari song fekst tíbetur lív í tey aftur og alt spældi væl av.

- Hetta er bert eitt dømi um, hvussu nógv tíðin er broytt hesi hundrað árini, sum liðin eru, og vit kunnu als ikki ímynda okkum, hvussu verður á Velbastað aftur um fimti ella hundrað ár.

- Men jólaboðskapurin er enn tann sami, hóast jólini eisini eru broytt, um frið á jørð og í menniskjum góðan tokka.

- Í tí somu frásøgnini har pápi mín, Ragnar, sigur frá børnunum, sum mundu doyð úti í kavaroki, sigur hann somuleiðis, frá hvussu hann mintist jólini á Velbastað fyri hundrað árum síðani. Jólaaftan var einki hátíðarhald, mest skúran og skrubban, uttan tað, at um kvøldið varð lisin lestur, áðrenn farið varð til songar. Jólini munnu vera størsta hátíðin á árinum, serliga tá ein er barn. Tá var alt hugnaligt, nosligt og reint, øll góð, og góður matur, gávurnar ikki sum nú, men gleðin mangar ferðir meiri. Hann mintist afturá, hvussu glað tey vórðu, tá mamman jólamorgum kom og bar teimum uppá seingina nýggjar hosur, nýggjar rotuskógvar við nýggjum tveingjum í; tá var frøðin stór.

- Góðu tit øll. Njótið hesa adventstíð, ið eftir er til jólar. Minnist til at lata jólaboðskapin sleppa fram at í sál og sinn, soleiðis at friður og gleði, og í menniskjum góðir tokki, fær sítt uppiborna fremsta pláss í huganum. Hugsið um hvønn annan, tosið við hvønn annan – ikki um hvønn annan, og verið góð við hvønn annan.

- Um góðar tvær vikur sæst longu munur á dagsglæmuni, so skjótt ganga vit ljósari tíðum ímóti. Takk fyri, og gleðilig jól, segði Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, at enda í røðu síni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo