Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Onnur tíðindi

Jólatræið í Kirkjubø varð tendrað sunnudagin, og tá var ein hugnaliga løta við Jógvani Fríðriksson, bispi, ið hevði gudstænastuna, og aftaná varð jólatræið tendrað.

Marin Katrina Frýdal bar fram røðu, sum sæst niðanfyri.

Havnar Hornorkestur spældi, og aftaná vórðu øll boðin inn í roykstovuna til ein drekkamunn, skrivar torshavn.fo.

Røðan hjá Marin Katrinu: Góðu børn – góðu øll somul.

Vælkomin til hesa hugnaløtu, nú jólatræið í Kirkjubø skal tendrast.

Eg vil byrja við at takka tykkum, sum hava hjálpt til við at gera løtuna her í Kirkjubø hugnaliga; bispi, Havnar Hornorkestri, bóndahjúnini o.ø. – stóra takk fyri.

Black Friday, ja so er hann eisini komin higar til lands, har tað snýr seg um, at vit skulu keypa, keypa so nógv sum møguligt – ja, ofta nógv, sum vit í veruleikanum ikki hava tørv á. Frammanundan eru aðrir handilsdagar komnir her til lands úr útheiminum s.s. Halloween, Valentinsdagur, mammu- og pápadagur. Jú, vit eru ein partur av alheimsgerðini og liggja ikki longur avbyrgd her norðuri í Norðuratlandshavinum. Okið frá fjølmiðlunum, samskiftismøguleikunum, ja bólkatrýstið, er øgiliga ágangandi.

Ein starvsfelagi mín, ið var í Edinburgh um vikuskiftið, segði okkum, at flogskiparin hevði sagt, at viðførið vigaði 1.400 kg. tá ið tey fóru, og 3.200 kg. tá ið tey komu heimaftur. Og við á ferðini vóru 33 menn og 114 konur.

Í Dimmuni í vikuskiftinum sigur sálarfrøðingur, at jólastrongd og jólatunglyndi eru vorðin keðiligir fylgisveinar hjá alt ov nógvum. Tað materiella hevur fingið fastatøkur á okkum, og vit gloyma, at lukkan er at hava góðar relasjónir, og ikki tað at keypa og fáa ting. Og hann sigur víðari, at jólahøgtíðin er ein gleðishátíð. Ella, tað vilja vit so fegin gera hana til. Kortini eru tað als ikki øll, sum eru glað og lukkulig um jólini. Tað eru eisini tey, ið beinleiðis ræðast jólini og gerast tunglynt á jólum. Eydnan er at hava góð sambond – tað sum jólini í sínum uppruna vóru, ein høgtíð fyri familjuna, ein høgtíð hjá børnunum, tað at vera saman. Men nógv eru lopin upp á henda vognin, at eydnan er at keypa lutir og at fáa ting, og sanniliga er tann gleðin ikki varandi. Tað er vorðið meira ein spurningur um at fáa og at keypa, heldur enn at vera saman, sigur sálarfrøðingurin.

Í somu Dimmu sigur leiðarin í Kvinnuhúsinum, at drykkju- og harðskapur er ljóti fylgisveinurin hjá nógvum familjum um jólini, og hjá summum verður at enda ovboðið. Tí á jólum kyknar nógvur harðskapur ímóti kvinnum upp í kjalavørrinum av nógva drykkjuskapinum sum fylgja við høgtíðini. Drykkjuskapur og harðskapur er ein stórur trupulleiki á jólum. Onkur børn, sum hava verið her við mammu síni á jólum, hava spurt, um jólamaðurin visti, hvar tey nú vóru, sigur leiðarin í Kvinnuhúsinum.

“Spinke og spare kan længe vare, men sús og dús giver tómt hús”. Soleiðis plagdi gamla Rakul í Kirkjubø (1827-1910) at taka til. Rakul vaks upp úti á Bø og tænti meginpartin av lívi sínum her á bóndagarðinum í Kirkjubø. “Hvør kendi ikki gomlu Rakul í Kirkjubø ella hevði hoyrt um hana”, sigur Sverre Patursson í Følv í 1944.

Í dag kunnu vit leggja aftrat, at Rakul er hin gamla konan við tí lítla og skirvisliga rossinum stødd millum húsini í Havn, sum vit kenna frá myndum seinast í 1800 talinum.

Rakul var serstøk og kend fyri sína styrki og treystleika. Hon giftist við Lukasi úr Húsavík, ið var húskallur her í Kirkjubø, og fluttu tey til Húsavíkar. Tríggjar synir fingu tey, men teir gjørdist ikki gamlir, og hjúnini valdu at fara frá hvørjum øðrum, ikki tí tey illsamdsust, men tí tey hildu, at tey betur kundu liva hvørt sær. Lukkas gjørdist húskallur í Dalsgarði í Skálavík, og Rakul fór heim aftur til pápa sín á Bø og seinni til Kirkjubøar.

Sum fýra ára gomul var Rakul úti fyri eini ótespiligari og sjáldsamari hending. Hon var í haganum við foreldrunum, sum vóru í torvi. Meðan foreldrini stríddist, hevði smágentan fjakkað sær burtur av leið. Tá ið foreldrini varnaðust, at Rakul var burtur, fóru tey at rópa og leita, men onga gentu tey funnu. Tey hildu so, at hon sjálv var farin til húsar, men tá ið tey komu heim, var eingin genta har. Boð varð sent eftir fólki at leita, og tað fóru fólk úr Kirkjubø, av Velbastað og úr Havn at leita. Tey leitaðu í tveir dagar, men eingin genta varð funnin, hon var burtur. Men so ein morgun var ein húskallur varugur við, at ravnar flugu upp yvir einum gili her uppi undir Skorunum, og hann hugsaði, at hetta mundi vera ein deyðseyður, ið lá omandottin. Men tá ið hann kom niðan, var tað ikki ein deyðseyður, men lítla Rakul.

Lítla gentan var livandi, men ravnarnir høvdu sett á annan kjálkan á henni. Tað var eitt undur, at Rakul ikki var deyð, men hon var framúr seig og harðvunnin, sum eisini kom at vísa seg seinni og alt hennara lív. Hon róði út av Bø, setti kalvalínu og gekk ígjøgnum líðina til Kirkjubøar og eftir gomlu gøtuni til Havnar. At ganga Havnarørindi bæði fyri bøfólk og kirkjubøingar gjørdist hennara lívsyrki. Og tað var á hesum leiðum, hon gjørdist gitin fyri at siga frá søgu síni, um tá ið hon datt oman og ravnar settust á at eta burtur av henni. Fólk, ið fingu hana at siga frá søguni, góvu henni okkurt oyra afturfyri. So millum ár og dag, hevði hon forvunnið sær nakað av peningi fyri frásøguna. Einaferð hevði onkur sagt við hana, “Hent omanfall var fyri teg, Rakul”, men Rakul var ikki tipt og svaraði, “Gak du hen og gjør ligesaa”.

Fleiri ferðir um vikuna, og ofta tvær ferðir um dagin, gekk Rakul til Havnar. Henni dámdi hetta at fara ørindir yvir at selja okkurt, keypa okkurt heimaftur við, ella bara við onkrum boðum. Sagt verður, at teinurin hon gekk alt sítt lív, var tað sama sum sjey ferðir kring jarðarknøttin.

Hetta er bert eitt dømi um, hvussu nógv tíðin er broytt hesi nógvu árini, sum liðin eru, og vit kunnu als ikki ímynda okkum, hvussu her verður um okkara leiðir og í Kirkjubø, um fimti ella hundrað ár.
Men jólaboðskapurin er enn tann sami, hóast jólini eisini eru broytt, nevniliga um frið á jørð og í menniskjum góðan tokka.

Góðu tit øll. Njótið hesa adventstíð, ið eftir er til jólar. Minnist til at lata jólaboðskapin sleppa fram at í sál og sinn, soleiðis at friður og gleði, og í menniskjum góðir tokki, fær sítt uppiborna fremsta pláss í huganum. Hugsið um hvønn annan, tosið við hvønn annan – ikki um hvønn annan, og verið góð við hvønn annan. Eitt smíl opnar læstar dyr, eins og eitt jaligt orð ella rós. Og fær á gátt hjá tí einsamalla. Leggið hetta í børnini, tí tað er hetta, tey fara at minnast, og ikki gávurnar.

Um góðar tríggjar vikur sæst longu munur á dagsglæmuni; so skjótt ganga vit ljósari tíðum ímóti.

Takk fyri, og gleðilig jól.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo