Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Skúli

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Jón Johannesen í starvið sum skúlastjóra í Tvøroyrar skúla frá 1. oktober 2019 at rokna.

Jón Johannesen er 51 ára gamal og tók læraraprógv í 1998 á Fredriksberg Seminarium við linjugreinunum støddfrøði og ítrótti. Hann hevur starvast sum lærari í Søndervangskolen í Glostrup frá 1998 – 2002, sum lærari í Tvøroyrar skúla 2002 – 2016 og hevur seinastu trý árini verið varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla.

Jón Johannesen hevur m.a. UEFA-A-lisens venjaraútbúgving, har ein partur var leiðsla umframt ymisk skeið innan lærarayrkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo