Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Framsýningar

Í dag klokkan 14.00 lata Jórun S. Haraldsen og Torfinn Jacobsen úr Miðvági, upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Á framsýningini eru 29 málningar.

Bæði Jórun og Torfinn hava fyrr havt framsýning í Smiðjuni hvør sær, men hetta er fyrstu ferð, tey
hava framsýning saman.

Framsýningin er opin til og við týsdagin.

Opið er hesar tíðir: Í dag frá klokkan 14.00 til 19.00, leygardagin frá klokkan 12.00 til 18.00, sunnudagin frá klokkan 15.00 til 18.00, mánadagin og týsdagin frá klokkan 12.00 til 18.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo