Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Løgtingið missir nógva virðing og tign millum vanligar veljarar í løtuni við at brúka kostbara tíð til at debattera eitt studentikost skitsuprojekt til eina sonevnda gundlóg, har nógv jura haltar í fleiri av paragraffunum.

Serliga groteskt verður tað, tí at umsitingin og embætisfólk týðuliga hava frárátt at viðgera uppskotið í álvara við síni juridisku slagsíðu og í sínum núverandi hálvlidna líki.

Uppskotið er reelt bara ein reinkarnatión av tí næstan tjúgu ára gamla tvangstankanum um, at vit skuldu hava fleiri grundlógir í sama ríki. Ein sera óbúgvin tanki!

Tað var studentikost euforiskt knappholserpni og ábyrgdarleys politisk forfeingiligheit. sum vóru orsøkirnar til hesa politisku megalomaniina..

Tað bleiv skipað ein sonevnd grundlógarnevnd, sum sat og broderaði í 13 ár, og hesin politiski diskussiónsklubbi náddi akkurát at brúka 13 milliónir uppá "heila"-projektið, ella runt roknað eina millión um árið fyri tað orðaríka fundarhaldið hjá jurafúsum politiskum orðavinum..

Eitt mál, teir brúktu øgiliga tíð uppá, var at definera, hvat ein føroyingur var. Tað lukkaðist teimum ongantíð!

Nú spøkir hetta skitsu-uppskotið aftur og verður kallað stjórnarskipannar-uppskotið!

Men tað er hvørki blivið greiðari, betri ella juridiskt korrektari av at hava liðið í politiskari súltukrukku í fleiri ár.

Tvørturímóti!

Man hevur pilkað við tað, so tað í støðum er blivid minni konsekvent og meira ógreitt, enn tað var frammanundan.

Tingið átti sjálvandi at víst einum so illa gjøgnumarbeiddum uppskoti burtur av dagsskránni og noktað at brúkt tíð uppá hetta pretentiøsa makkverkið, sum bara er til juridiskt pynt og ongan praktiskan týdning hevur, tá ið á stendur!

Latið tingmenn sleppa aftur til arbeiðis sum vaksin fólk.Hetta óvitaspælið er undir alt politiskt lágmark fyri tilkomin fólk!

Hvussu billa tingmenn sær inn, at man kann leggja eitt uppskot til fólkaatkvøðu, har tolkingin er so arbitrær, at man kann fáa diametralt øvugt innihald í fleiri paragraffum, alt eftir temperamenti og partapolitiskum liti?

Hesin "intellektuelli" heilafimleikur hoyrir heima í verðinsfjarum debatt-klubbum, har man diskuterar "kvadraturin av einum cirkli", metir um meteor- og asteroidu-kollisiónir ella telir "s´ini í orðinum bulldog".

Slíkt ørkisleyst arbeiði er ikki fyri búgvin menniskju, og aktivir politikarar hava slett ikki avlopstíð til tað.

Makulerið ella arkiverið hetta totalt óneyðuga skitsuuppskotið, sum allarskjótast!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo