Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Sambært útlendskum miðlum í kvøld, so hevur Juventus boðið 88 milliónir pund fyri Ronaldo og hevur leiðslan í Real Nadrid kallað inn til snarfundar.

Fleiri ferðir fyrr hava miðlarnir skrivað um, at feløg vilja hava Ronaldo, sum hann so hevur brúkt fyri at fáa betri sáttmálar.

Men nú er tað øðrvísi, skrivar BBC.

Um prísurin á 88 milliónir pund er sannur, so er tað nýtt met hjá Juventus. Gonzalo Higuain var keyptur fyri 79 milliónir pund í 2016.

Tað er eisini meira enn Real Madrid rindaði fyri Ronaldo tá ið hann var keyptur frá Manchester United í 2009.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo