Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Onnur tíðindi

Teir tríggir IS-stuðlarnir, sum fyri 14 døgum síðan fingu deyðadóm fyri at hava dripið 24-ára gomlu Louisu Vesterager Jespersen frá Danmark og 28-ára gomlu Maren Ueland frá Noregi, hava nú valt at kæra dómin.

Hetta skrivar millum annað danska TV2.

Tær báðar norðurlendsku kvinnurnar vórðu myrdar í Atlasfjøllunum í Marokko stutt fyri jóltíðir í fjør, og fyri tveimum vikum vórðu í alt 24 menn dømdir fyri at hava tikið lut í illgerðini.

Rætturin í marokkanska býnum Salé dømdi tríggjar teirra til deyða, tann fjórða til lívlangt fongsul, meðan hinir tjúgu fingu eitt stað ímillum 5 og 25 ár í fongsul.

Tað er enn ikki greitt, hvørt teir seku hava kært revsingina sjálva ella longdina á henni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo