Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

3. mars 2016 hevði partafelagið, sum hevur fingið heimild at gera tunnil millum Streymoynna og Eysturoynna, kunnandi fund í skúlanum á Hvítanesi fyri at greiða frá, hvussu ætlan teirra kom at ávirka bygdina. Fundurin var lýstur í útvarpinum og var almennur.

Har varð upplýst, at arbeiðið við at gera arbeiðsveg til uppskotna tunnilsmunnan var farið í gongd 1. mars 2016, tveir dagar fyri fundin.

Sum kunnugt hevur Tórshavnar kommuna 29. mars 1979 við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir samtykt serstaka byggisamtykt fyri Hvítanes við ásetingum fyri økisnýtslu í 4. grundumráði. Henda byggisamtykt varð 4. januar 1982 góðkend av Føroya landsstýri sambært grein 4, 1. petti í nevndu løgtingslóg.

Tá byggisamtyktin er sett í gildi, skal nýtslan av lendinum vera sambært ásetingum og endamálum fyri einstøku umráðispartar. Í hesum føri er ásett í byggisamtyktini, at “umráðisparturin B er lagdur út til sethúsabygging og har 1) loyvt er einans at bygga sethús, sum einans mugu vera stakhús, ið standa fyri seg við í mesta lagi tveimum íbúðum í hvørjum húsi, ella tvíhús til eitt húski í hvørjari húsaeind, og 2) at tað  á økinum ikki kann verða framt nakað slag av virki, sum við royki, gangi, ella við útsjónd síni ella á annan hátt eftir meting býráðsins kann vera teimum, sum uttan um búgva, til ampa.”

Kemur nakar inn á hetta lendið og ikki ber seg at, sum byggisamtyktin ásetur, skal viðkomandi frá kommunala byggimyndugleikanum fáa at vita, at talan er um ólógligt virksemi. Tað er tí lutverkið hjá kommununi at síggja til, at byggisamtyktin verður hildin.

Heldur kommunan av einhvørjari orsøk, at býarskipan og byggisamtykt fyri eitt umráði skal broytast, skal henda broytingin fara fram sambært ásetingunum í lógini um býarskipanir.

Í hesum føri er tað Tórshavnar kommuna, sum hevur lógarbundna eftirlitskyldu við, at galdandi serstaka byggisamtykt verður fylgd.

Av tí at kommunan í hesum føri ikki hevur gjørt sína skyldu til at verja áhugamálini hjá borgarunum, og ikki hevur fylgt ásetingunum í lógini um býarskipanir, og heldur ikki fylgt ásetingum í serstøku byggisamtyktini fyri Hvítanes, verður málið um innkoyringarvegin til uppskotna tunnilsmunnan á Hvítanesi kært til Kærunevndina í lendismálum.

Av tí at arbeiðið var farið í gongd áðrenn almenningurin varð kunnaður og framvegis fer fram, og eingin broyting til galdandi serstøku byggisamtykt er løgd fram ella góðkend, verður heitt á Kærunevndina í lendismálum um at síggja til, at støðgað verður við verandi arbeiði til nevndin hevur tikið støðu í hesum máli.

Zakarias Wang
(Formaður í býráðsins ráðgevandi nevnd fyri Hoyvík og Hvítanes 1978-80.
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu 1981-1988)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo