Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í fiskivinnutjóðini Føroyum hoyra vit dagliga, at allur fiskur má inn um føroyskan kaikant og tilfeingið skal fáast til høldar. Soleiðis fáa vit størri virðisøking og fleiri arbeiðspláss. Júst tað sama er galdandi tá tað snýr seg um at brúka alt okkara menniskjaliga tilfeingi og at fáa fólk at flyta heimaftur. Kvinnur í Føroyum eru í minniluta og fyri at basa hesum trupulleika mugu munagóð politisk átøk til.

Altjóða kvinnudagurin 2016 er komin og farin. Á árliga altjóða kvinnudegnum verður varpað ljós á hvørjir bardagar fyri javnstøðu eru vunnir og hvørjir enn eru eftir.

Tað eru nógvar hugsanir um javnstøðuavbjóðingarnar og verri enn so øll eru á einum málið um hvussu tær skulu handfarast. Eitt er í øllum førum víst, og tað er at bardagarnir verða enn umrøddir og tískil eru teir enn aktuellir.

8. mars setti Dagur og Vika sjóneykuna á altjóða kvinnudagin. Har sóu vit m.a. hagtøl, ið vístu á støðuna á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Lutfallið millum menn og kvinnur í ávísum størvum og luftfallið kynjanna millum í fullum størvum og  parttíðar størvum. Helst gjørdist ongin stórliga bilsin av staðfestingini av, at menn dominera hálønt størv og stjóra- og leiðarastørv. Menn dominera serliga í privatu vinnuni. Menn eru eisini teir ið arbeiða mest fulla tíð, og forvinna sostatt nógv mest. Stutt sagt, hava menn mest vald í Føroyum. Hetta staðfestir greitt, at tað ikki valdar javnstøða á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Javnstøða í heiminum = javnstøða á arbeiðsmarknaðinum
Tað hevur altíð verið so, at kvinnurnar bera ta tyngru byrðuna í húsarhaldinum við matgerð, innkeypi og barnaansing. Tað er eyðsæð eitt mynstur ið er ringt at bróta, hóast kvinnur gerast alsamt betri útbúnar.

Tøl frá SFI (Det nationale forskningscenter for velfærd), vísa, at kynini bæði arbeiða umleið eins nógv, áðrenn tey fáa børn. Eftir at børnini koma vísir tað seg, at kvinnur í størri mun taka ábyrgd í heiminum, meðan mennirnir taka høvuðsábyrgdina á arbeiðsmarknaðinum. Tískil tykist tað sjálvsagt, at ikki fyrr enn vit klára at skapa javnstøðu heima, fáa vit skapt javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.

At skipa barnsburðarfarloyvið av nýggjum hevði verið eitt stórt stig á leiðini móti størri javnstøðu - bæði í heiminum og á arbeiðsmarknaðinum. Um barnsburðarfarloyvið bleiv skipað soleiðis, at mammur og pápar fingu farloyvið býtt javnari í millum sín, hevði hetta havt við sær at menn tóku størri ábyrgd heima við hús, og at kvinnur og menn vóru meira javnsett tá tað kom til at avgreiða spurningin um barsilsfarloyvi við arbeiðsplássið.

Sum nú er, eru menn eitt tryggari val at seta í starv, tí tað er als ikki líka sannlíkt at menn fara at biðja um barnsburðarfarloyvið líka leingi, sum kvinnur gera. Hetta setir ikki bert kvinnur í eina órættvísa støðu, men eisini teir menn, ið ynskja at fara í barnsburðarfarloyvi, tí teir hava sera avmarkaðan rætt til tess.

At leingja barnsburðarfarloyvið í síni heild, og at marka ein væl størri part til pápar er tískil onki annað enn ein vinn-vinn støða. Tað hevði eisini verið ein stórur sigur, at vit sum samfelag loksins kundu ásanna at børn hava tørv á báðum foreldrum, og at vit vilja hava eitt javnsettari húsarhald og av tí sama eitt javnsettari samfelag.

Ikki bara makrelkvotur, eisini kynskvotur
Í almenna geiranum eru kvinnur rættiliga sjónligar - bæði sum leiðarar og í nevndum. Tað at øll størv skulu lýsast, og at javnstøðulógin er galdandi fyri almennar nevndir og ráð er uttan iva við til at skapa størri javnstøðu á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Leiðslurnar í privatu vinnuni er harafturímóti sera mansdomineraðar, og tað er netupp í privata geiranum at vit hava tey hægst løntu og valdmiklastu størvini. Um vit settu kynskvotur í verk í tí privata, høvdu vit harvið eisini býtt valdið og høgu sessirnar javnari millum kynini, og skapt meiri javnstøðu.

Tað er sjálvsagt at kvinnur eru júst líka væl fyri sum menn at stýra og leiða. Men við einari so stórari undirumboðan av kvinnum í privata geiranum í Føroyum, er eisini ein stór undirumboðan av førleikum.

Tískil ger privata vinnulívið sær sjálvum eina bjarnatænastu við ikki leggja orku í at fáa kvinnur í størv og nevndir.

“Tað er tað sum er millum oyrini, sum telur, ikki tað sum er millum beinini”, er niðurlagið hjá teimum ið tala ímóti kynskvotum. “Nevndir o.a. skulu setast bert við førleikum fyri eyga”.

Tað verður eisini sagt at kynskvotur eru niðrandi mótvegis kvinnum, tí verða tær settar í verk, so er tað sum at siga, at kvinnur hava tørv á hjálp at fáa størv ella sessir.

Hetta er júst tað øvugta av veruleikanum. Við at seta kynskvotur í verk, ásanna vit ikki at kvinnan hevur tørv á hjálp, men at vit hava tørv á henni. Tað finnast (minst) líka nógvar dugnaligar og væl skikkaðar kvinnur sum menn, tí eiga vit at gera alt fyri at fáa kvinnur inn á privata arbeiðsmarknaðin, tí at - sum sagt - ein undirumboðan av kvinnum er ein undirumboðan av førleikum.

Sjálvsagt fara kynskvotur ikki at loysa allan trupulleikan, sum er við undirumboðan av kvinnum í privatu vinnuni. Men tá støðan er so alarmerandi, sum hon er, so eiga vit ikki at ræðast at gera átøk sum muna.

Okkurt má gerast, og kynskvotur høvdu verið ein góð byrjan, sum bæði hevði broytt støðuna, sum hon er, og hevði víst teimum ungu kvinnunum í lestrarørindum, at eisini tær eru ynsktar í leiðandi størvum heima í Føroyum.

Um vit broyta barnsburðarfarloyvið og seta kynskvotur á øllum arbeiðsmarknaðinum í verk, so broyta vit fortreytirnar fyri javnstøðu í heiminum og á arbeiðsmarknaðinum. Og tað er júst tað ið krevst, um vit ynskja veruliga javnstøðu í Føroyum.

Ongi átøk, ongin broyting
Í Føroyum eru vit í teirri serstøðu at vit hava umleið 2000 færri ungar kvinnur enn menn. Okkum tørvar hesar kvinnur at koma uppí stríðið um eitt javnari samfelag. Tíverri vísir mynstrið seg at vera, at færri kvinnur flyta heim aftur enn tær, ið flyta út. Kann tað lága talið av kvinnuligum “heimflytarum” m.a. vera orsakað av einum ov mansdomineraðum samfelag

Ein slík ónd ringrás kann ikki basast við passivum loysnum, so sum framhaldandi bara at tosa um hugburðsbroytingar. Tað ið krevst eru verulig átøk, veruligar broytingar ið vísa at vit vilja hava javna umboðan og eitt javnt býti av valdi og ábyrgd.

Vit mugu vísa í verki, at vit vilja hava eitt tað týdningarmesta tilfeingið - ungar kvinnur - inn um føroyskan kaikant. Hesar eru sárliga saknaðar í Føroyum, ikki bert fyri teirra “burðarføra aldur”, men eisini at standa við róðri og taka leiðslu.

Vit mugu arbeiða fyri einum javnsettari Føroyum. Ikki tí tað er synd í kvinnum - men tí tað er synd í okkum øllum. Tí vit eru øll taparar, tá ið samfelagið líðir undir hesum ójavna.

Guðrun í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo